Evnisvika í miðdeildini

 

Góðu foreldur!

Í komandi viku fara vit at hava evnisviku, har evnið verður “flóttar, kríggj, Ukraina og hjálpararbeiði”.

Á skránni verður:

·       vitjan av Ken, Mariu, sum er ættað úr Ukraina og pápa hennara, sum er flótti.

·       Reyði Krossur kemur at kunna okkum um teirra arbeiði.

·       Stuðulsrenning

·       Fløskuinnsavning

·       Sølutiltak/café

 

Næmingar gera:

·       Pylsubreyð, smákøkur og bomm, sum vit ætla at selja hósdagin, tá ið vit bjóða øllum vælkomnum framvið.

·       Venja sang, sum verður framførdur hósdagin kl. 12:10, har øll eru vælkomin at lurta.

Til tykkum foreldur/avvarðandi (ommur, abbar, trímenningar, mostrar, vinir o.o.)

Gleðiligt hevði verið, um tit kundu komið framvið og stuðlað tiltakinum hósdagin millum kl. 09:30 til 12:30. Møguligt er at keypa sær ein kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið fyri ein bíligan penga. Ein bússa stendur á borðinum, har møguleiki er fyri stuðla við nøkrum eyka krónum. Minnist til reiðan pening.

Kórsangurin hjá næmingunum verður kl. 12:10.

Næmingarnir vilja fegnir hjálpa teimum neyðstøddu, og teir fara tískil at gera nógv burturúr.

 

Vinaliga,

Næmingarnir í miðdeildini

 

Fótbóltskapping í Vági

 

Fótbóltskapping verður í Vági hósdagin 21. apríl.

 

Smyril siglir suður kl. 08:45. Vit møta á Farstøðini í seinasta lagi kl. 08:30.

Vit eru aftur í Havn kl. 19:30.

 

5. fl. fer suður sum ein flokkur. Vit hava meldað fimm lið við til kappinginga – eitt dreingjalið, tvey gentulið og tvey blandað lið.

Tey, sum ikki ynskja at luttaka, koma kortini við. Tey koma at stuðla og hugna sær.

 

Annað:

·       At svimja í Pálshøll.

·       At keypa døgurða (vit vita enn ikki kostna og mat)

 

At hava við:

·       Matpakka

·       Drekkidunk

·       Eyka sett av klæðum

·       Fótbóltsútgerð (m.a. skinnarar, fótbóltsskógvar, málmanshandskar...)

·       Svimjiklæðir

·       Lummapengar (verið rímilig)

 

Umráðandi er at leggja sær í geyma, at hetta ikki einans er ein fótbóltstúrur. Trivnaður, samanhald, uppliving, stuttleiki og smíl kemur at eyðkenna dagin.  

 

Hyggið annars inn á www.skulafotboltur.fo, um tit ynskja at lesa meira um tiltakið.

 

Við vón um ein avbera góðan dag,

Símun, Hanna og Niklas

Ráðleggingardagur

Yvirlit um heimaarbeiði fram til páskafrítíðina

Hey tit!

Tá ið vit høvdu felags foreldrafund í september varð tosað um, at næmingarnir skuldu sleppa við foreldrum/avvarðandi til arbeiðis. T.v.s., at tey sleppa at hava ein starvsdag.

Korona hevur verið ein meinbogi hesum viðvíkjandi, men vit vænta og krossa fingrar fyri, at nú fer at lýsa fyri stavn.

Starvsdagurin hjá 5.b verður tann 8. mars.

Umráðandi er, at foreldur/avvarðandi skipa soleiðis fyri, at barnið sleppur við til arbeiðis henda dagin. Um tað als ikki liggur fyri, so mugu tit siga mær frá skjótast gjørligt, so vit kunnu finna eina loysn.

 

Vinaliga,

Símun

Bræv frá Sofie og Frederikke

Góðu starvsfólk Í gjárkvøldið, 3. november 2021, sendi Undirvísingarstýrið skúlunum eitt skriv um nýggj tiltøk í skúlunum, nú talið av koronatilburðum er vaksið sera nógv síðstu tvær vikurnar. Víst verður m.a. á, at tað serliga eru børn og ung, ið verða smittað í løtuni, og um øll royna at taka eitt tak nú og gera nøkur átøk, so væntar heilsumyndugleikin, at smittutølini fara at lækka. Í fyrstu atløgu kemur hetta at hava nakað av ávirkan á skúladagin hjá okkum her í Eysturskúlanum. Allir næmingar møta til vanliga tíð, kl. 8.00, Tað verður mælt til flokseinsemi, so vítt tað letur seg gera. Í Eysturskúlanum gera vit hesar tillagingar: Næmingarnir fara at nýta ymiskar inngongdir, so tey ikki trokast saman, tá ið tey koma og fara í og úr skúla og í fríkorterunum. Vit royna, so vítt tað letur seg gera, at halda felagshølini tóm fyri næmingar. Lærarar kunnu innanhýsis gera avtalur um, at næmingar nýta felagshølini í undirvísingini. Foreldur verða biðin um at lata børnini ganga sjálv inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar. Næmingar í 5. flokki høvuðsinngongdina í A-lonini (tað ovaru, sunnanfyri). Undirvísingin verður í allarstørstan mun skipa sum vanligt. Tó kemur undirvísingin í størri mun enn vanligt at vera skipað í flokshølinum ella uttandura. Vit skulu royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum. Næmingarnir verða eggjaðir til bert at vera saman við floksfeløgunum. Næmingarnir skulu minnast á, at teir eiga at hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini. Vit minna okkum á aftur at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at halda tilmæltu frástøðuna. Flokkarnir eiga at hava skipaðar mannagongdir viðv. tí at vaska sær um hendurnar. Vit halda ongar stórar samkomur; t.v.s. tað verða eingir felags foreldrafundir og eingin morgunsang komandi vikuna. Vanligar foreldraviðtalur kunnu tó haldast í einum flokki. Lærararnir skulu tá tryggja, at frástøðan verður hildin, og at foreldrini hava atgongd til spritt. Flokslærarin kann tó í samráð við foreldraráðið í flokkinum útseta viðtalurnar í tvær vikur. Ítróttatímarnir (sum í flestu førum eru árgangir saman) verða hildnir uttandura, um veðrið er til vildar. Eru næmingarnir innandura, býta lærarar næmingarnar sundur í bólkar/flokkar, um tað letur seg gera. At skipa næmingar í fastar og atskildar bólkar er eitt gott útgangsstøði fyri at arbeiða smittufyribygjandi og at gera smittusporan, gerst hetta neyðugt. 4. Næmingarnir skulu ikki brúka høvuðsdyrnar, tá teir møta til vallærugreinarnar, men ístaðin fara í stovurnar gjøgnum brandhurðarnar. Næmingarnir skulu vera í stovunum til undirvísingin er liðug og so fara beinleiðis heim, eisini gjøgnum brandhurðarnar. Endamálið er, at felagshølið ikki verður brúkt at hittast í. Tiltøkini eru galdandi til 12.november, sum er fríggjadagin í komandi viku. Tá verða tiltøkini endurskoðað og endurmett. Blíðar heilsanir Eyðna Magnussen, skúlastjóri Eysturskúlin

Vildheks

Myndatøka í Eysturskúlanum

21.09.2021: Nú fara vit aftur at taka skúlamyndir av næmingunum í Eysturskúlanum!

Fríggjadagin 1.oktober koma fólk úr ”Fotostudio” at taka næminga- og floksmyndir av øllum flokkunum, frá 1.flokki til Nám X.

Tit kunnu velja millum tveir myndapakkar. Í pakka 1 er floksmynd og næmingamynd (kr 300,-) og í pakka 2 er floksmynd (kr. 100,-).

Allir næmingar fáa ein seðil við heim at fylla út. Har seta tit kross við tykkara ynski, fylla seðilin út, flyta peningin ella lata pengarnar inn saman við seðlinum til flokslæraran.

Vildheks

Staviorð!

Lesið væl uppá!

Lesiátak!

"Føroyar móti krabba"

Jólahugni :)

Jólapynt, vaflur og hugni

Íverksetan, vit gera eina matstovu

Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið

Felags foreldrafundur mikukvøldið 9. septembur kl. 19-20

Komandi mikukvøld verður felags foreldrafundur hjá 4.b. Fundurin verður í flokshølinum. Á skránni er ymisk kunning og val av foreldraumboðum. Ynskiligt er, at eitt umboð møtir fyri hvønn næming, soleiðis at vit ikki verða alt ov nógv fólk stúgvað saman.

Flokstoymið í 4.b: Susan, Johann og Símun