Góðu foreldur
GG: Vit hava fingið nýggja tíðarætlan. Okkara fyrsta robottkoyring er kl 10:35, og ikki 12:00 sum áður lýst. Gott hevði verið, um næmingar og foreldur, sum koyra, kunnu møta á Eysturskúlanum kl 9:00-9:30, so vit hava góða tíð at rigga til. Vit sleppa inn á Skúlan á Argjahamri kl 10:20, so vit koyra frá Eysturskúlanum í seinasta lagi kl 10:00.
Nú nærkast FLL-dagurin í stórum. Kappingin verður í skúlanum á Argjahamri komandi leygardag 7. nov. Okkara lið skal til fyrstu robotkoyring kl 12:00 stundisliga, so tað er gott, um eru á staðnum seinasta lagið kl 11:50. Vegna koronu verður kappingin skipað nakað annarleiðis enn undanfarin ár.
Niðanfyri er kunningarskriv frá FLL-fyriskiparunum:
FLL Kappingin
Tað eru 240 luttakarar + vegleiðarar + dómarar + hjálpafólk + foreldur, sum ynskja at koma til
kappingina, men av tí at tað einans kunnu 100 fólk savnast í senn – so er avgerð tikin at deila tey 22
liðni niður í fýra smærri kappingar ístaðin og samstundis siga at foreldur tíanverri ikki sleppa til
kappingina í ár (undantak seinni í skrivinum). Við hesum framgangsháttinum, so ber til at halda talið
av fólkið inni á skúlanum til niðanfyri 100.
Tað hetta vil siga, er at 6 lið koma at kappast og leggja fram síni úrslit uppá 2 tímar og síðani
koma tey næstu 6 liðini o.s.fr.
Kappingarnar koma at koyra við ávikavist 4, 6, 6 og 6 liðum.
Til mini-kappingarnar sleppa liðini enn at koyra ímóti øðrum tríggjar ferðir, og tey sleppa at vísa allar
tær framløgurnar, tey hava arbeitt fram ímóti – teori, tøkni og bás+kjarnuvirðini.
Tey fýra liðini við hægst poengum í robott kappingini (besta rundan av 3 telur) fáa síðani boð um at
koma aftur eftir síðstu mini-kappingina at koyra semi-finalu og finalu.
Vinnandi liðið sleppur at luttaka í skandinavisku finaluni, saman við teimum 50 bestu í øllum
skandinavia. Vanliga hevur vinnandi liðið fingið allar ferðaseðlarnar til og frá Danmark goldnar av FLL
Føroyum. Eftirsum kappingin í ár er digital, so er avgjørt at vinnandi liðið fær eitt gávukort til
Bowlinghøllina at bowla og síðani yvir í Hattrick at eta burgarar/búff aftaná.
Foreldur
Tað sleppa einans 100 fólk at savnast. Við áleið 60 næmingum + 20 dómarum og hjálpafólkum, so
ber ikki til at bjóða øllum foreldrunum at koma framvið at síggja alt tað stóra og flotta arbeiði liðini
hava gjørt. Tey síðstu 20 plássini eru tí ætlað øllum teimum, sum koyra børnini til kappingina.
Vit hava gjørt eitt økið uppi á balkongini, sum sær oman á robott banan. Umframt hetta so fara vit at
bjóða tykkum ókeypis toast, vaflur og kaffi/te.
Matur
Sum traditión í FLL so fáa allir luttakarar 2 toast og sunkist undir kappingini. Foreldur sum vanliga
hava goldið fyri sítt kaffi o.t. fáa hetta tó bjóða ókeypis frá FLL í ár, sum plástur uppá sárið at tey ikki
sleppa at fylgja liðnum runt.
Heilsa
Tað eru nøkur ynski vit hava, fyri at verja luttakandi í kappingini mest møguligt.
1. Eingin sum hevur verði uttanlands síðstu 10 dagarnar kann koma inn – hetta er galdandi fyri
bæði luttakarar, vegleiðarar, foreldur, dómarar og hjálparfólk.
2. Krav verður ikki um masku, men tey sum ynskja at hava masku eru vælkomin at hava eina.
3. Spritt statiónir vera settar upp fleiri staðni á skúlanum og hendur skulu sprittast við komu og
fráferð – Tá liðini fara inn at leggja fram í ymsu hølunum og áðrenn tey koma til robott
borðini.
Eg vil at enda upp muntra øllum til at royna at gera dagin hjá luttakarunum so stuttligan og
spennandi sum møguligt. Tað at tað vera færri fólk merkir als ikki at liðini skulu vera stillari, gera
minni um seg ella ikki hava tað stuttligt.
Um onkur vil fylgja við online, so verður Robotkappingin stroymd á "First Lego League Føroyar"-bólkinum á Facebook.
Til endans vil eg heita á tykkum foreldur um at avtala tykkara millum hvør koyrir, og hvør kann taka básin við frá Eysturskúlanum (90x190 cm), og siga mær frá á tlfnr 253838.