Boðklivin

Góðu foreldur í 7.A

Skal kunna tykkum um, at Rannvá, flokslærarin í 7.a, er sjúkrameldað til 16.mars.

Edvin Niclasen lesur tímarnar hjá henni í føroyskum, enskum, søgu og samfelagsfrøði, til hon kemur aftur. 

Vit ynskja Rannvá góðan bata og skjóta afturkomu.

Blíðar heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

 

 

framløgan frá kunningarfundi um valini í 8.flokki

Boð frá presti!!!

Heystkonfirmantar í Havnar kirkju 2021 møta í Havnar kirkju týsmorgunin 19. januar klokkan 08.00. Konfirmantarnir skulu hava dóps- ella navnabræv við!

Foreldraviðtalur í 7.a!

Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið

Frá presti

Tey, sum skulu konfirmerast várið 2021, verða biðin um at møta í Havnar kirkju týsmorgunin 8. september klokkan 08.00.
Havið dóps- ella navnabræv við!

Blíðar heilsanir

Ann Hermansdóttir

Góðu foreldur í 7.a

 

Hóskvøldið 10. september klokkan 19.00 verður felags foreldrafundur floksstovuni í d-lonini í skúlanum.

 

Blíðar heilsanir

Rannvá Skeel Johannesen

Góðu tit øll í 7.a

Nú bleiv skúlin útsettur í eina viku. Hetta orsakað av corona. Vit møta øll somul mánadagin 24. august klokkan 08.00. Tit ganga inn ígjøgnum branddyrnar í skúlastovuni.

Eg gleði meg at síggja tykkum og at fara til verka!

Blíðar heilsanir

Rannvá Skeel Johannesen