Tað ber til at velja støddfrøði á tveimum stigum – hástig og grundstig.

Á báðum stigum er undirvísingin 4 tímar um vikuna. 

Á hástigi verður m.a. dentur lagdur á trigonometri, funktiónir á øðrum stigi, vøkstur og rentur.

Próvtøkan er munnlig og skrivlig.

Grundstig er sama støði sum 9. flokkur.

Á hástigi er próvtøkan skrivlig og munnlig. Á grundstigi er próvtøkan skrivlig (fimis- og greiðslurokning).