Umsorganarætlan Eysturskúlans

Tá ið eitt barn stríðist við kenslur og truplar tankar, kann hetta ofta ávirka evnini at læra.
At vera opin um tað, sum hent er, er tann besti stuðulin hjá barninum, sama hvussu dapurt og skelkandi alt er.

 
Vit, sum  vaksin eru, sama um vit eru foreldur, lærarar, námsfrøðingar o.o., munnu vera fá, sum ongantíð hava kent sakn og sorg, ella verið úti fyri onkrum bakkasti í lívinum.
Sum lærarar, starvsfólk og ábyrgdarfólk hava vit dagligu ábyrgdina av nógvum børnum. Barnið kennir læraran og hevur álit á honum. Hetta eru virði, ið hava týdning,  og sum vit kunnu brúka til nakað gott.
 
Børn eru nógv meira opin/frí í dag enn fyrr. Tey knýta seg lætt at  lærarum og starvsfólkunum annars í skúlanum. Siga okkum frá upplivingum – bæði góðum og ringum.
Snýr tað seg um gleðiligar tilburðir í lívi barnsins, er tað stuttligt og lætt at práta við barnið. Men so skjótt tað snýr seg um sorg, sakn og deyða, kann uppgávan tykjast møtimikil.

 
Sjúka, hjúnarskilnaður og deyði kunnu hava við sær: 
 
-At ordan og strukturur í lívinum hjá barninum fer av lagi.
-At spurnartekin verða sett við grundleggjandi lívsvirði.
-At heimurin kennist órættvísur, og tú upplivir lívið, sum nakað, tú ikki hevur tamarhald á.  Lívið kennist meiningsleyst.
 
Eitt, sum er nógv frammi í dag, er at duga at seta orð á kenslur. Tala opið um sálarlívið, so barnið ikki verður inntonkt,  einsamalt og dapurskygt, tí tað kann forða fyri menning og læru.
 
Ein umsorganarætlan skal vera okkara amboð, tá ið vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Somuleiðis skal hon gera leiðslu, lærarar og starvsfólk tilvitað um tann leiklut og ta ábyrgd, sum vit hava í gerandisdegnum. Soleiðis at hvørki lærarar ella næmingar standa einsamallir í sorgini.

Endamálið er, at vit øll lyfta í felag og virða týdningin av hesi umsorganarætlan.


Uppgávan hjá leiðsluni:

·         at tilbúgvingin verður sett í verk.

·         at stuðul verður veittur har, tørvur er á tí.

·         at fylgja við í teimum einstøku førunum.

·         at flaggið verður vundið á stong.

·         at senda blómur/krans til heimið.

·         at samskifta við fjølmiðlarnar.

·         at kunna heimini um umsorganarætlanina.

·         at kunna nýggjar lærarar um umsorganarætlanina.

·         at stuðulsbólkur er.

 

 (Stuðulsbólkurin er umboð fyri førleikastovuna og leiðslu, heilsusystir, flokslærari og starvsfólk - alt eftir, hvør støðan er.)

Stuðulsbólkurin:
 
-At virka sum stuðul, har tørvur er á tí – bæði hjá næmingum og lærarum.
-At fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari og vísa á sjálvhjálparbólkar.
-Dagføra tilbúgvingina.

Fráboðan til skúlan:
 
Heitt verður á foreldur og avvarðandi at boða skúlanum frá um tað eru viðurskifti í lívi barnsins, sum broytast.

Tá foreldur fara hvør til sítt (hjúnarskilnað):

Sum skrivað stendur omanfyri er meginreglan hon, at foreldur kunna skúlan, tá ið tey fara hvør til sítt. Ongin ítøkilig ætlan er. Lærarar eiga at vera OBS uppá næmingin; kanska serliga ta fyrstu tíðina eftir skilnaðin. Ymiskt er, hvussu næmingar reagera; summi hava størri tørv á at snakka enn onnur; kanska summi vilja sleppa at snakka við heilsusystrina. Flokslærarin metir um.

 

Tá ið næmingur er/hevur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað

Toymið tosar saman og tosar við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna hjá næminginum.
Avtala kann vera gjørd við foreldrini um kunning inni í flokkinum.
Eftir avtalu við foreldur kunnar flokslærarin flokkin og starvsfelagar.


Flokslærarin ella annar lærari, ið hevur tætt tilknýti til næmingin, skipar fyri ávísum tiltøkum – t.d. vitja á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu.
Gera vitjunarlista í samráð við foreldrini.
Heitt verður á foreldur og næming at kunna seg í vikuætlan og flokssíðuni; hetta fyri at kenna seg knýttan at flokkinum.

Flokslærarin kunnar við jøvnum millumbilum toymið og hinar lærarar floksins um støðuna.
Tá ið næmingur kemur aftur, skipar flokkurin fyri tiltøkum, t.d. hugnatíma.

Tá ið næmingur doyr

 
Leiðslan setur seg í samband við heimið til tess at fáa  at vita, hvat er hent, og hvussu støðan er. Leiðslan greiðir frá, hvat verður gjørt í skúlanum.


Leiðslan kunnar lærararnar, so skjótt boðini eru komin.
Er hetta í frítíðini, so hittist flokkurin í skúlanum við leiðslu og lærarum.
Leiðslan sendir blómur til heimið/næmingin.


Toymið kunnar flokkin hjá deyða næminginum.

Flokslærarin og annar lærari vitja heimið. Skilagott at vera tvey.
So skjótt sum til ber, kallar leiðslan allar næmingar skúlans saman í auluni og kunnar teir um hendingina, og um hví flaggað verður í hálvari stong.
Saman við kunningini er ein minningarløta – t.d. bøn, blómur, tendra ljós, tøgn í ein minutt. Prestur kann verða hjástaddur.


Tá avvarðandi hava fingið boð um hendingina, verður flaggið á skúlanum vundið í hálva stong. Ta løtuna eru flokkurin og lærarar floksins hjástaddir.


Týdningarmikið er, at næmingarnir i flokkinum fáa møguleika at tosa um hendingina. Tí er neyðugt, at flokslærarin saman við øðrum lærara, ið kennir næmingarnar, er saman við flokkinum allan tann dagin, fyri betur at kunna práta, spyrja og vísa kenslur.


Leiðslan kunnar á heimasíðuni um deyðsfallið. Allir flokslærarar verða bidnir um at kunna foreldrini um hendingina og um løtuna í auluni.

 

Flokkurin hjá tí deyða:

Kunnað verður um, hvørja ætlan skúlin hevur, mannagongdir og hvat skal henda meira.
Flokkurin sendir blómur ella krans til jarðarferðina.
Næmingar eru saman við foreldrum til jarðarferðina. Eitt standard skriv verður sent heim.


Okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næminginum; mynd, blómur, ljós ella annað. Skilagott er, at plássið stendur tómt eitt skifti.

 
Føðingar- og deyðsdagurin verða merktir. Eisini fer flokkurin at vitja grøvina. Toymið ger av, hvussu ofta hetta verður gjørt.

 

Tá ið ein tíð er fráliðin er skilagott, at floksfelagarnir skriva brøv ella tekna tekningar at geva teimum avvarandi; tað kann fløva ótrúliga nógv.

 

Stuðulsbólkurin er til taks hjá lærarum.

 


Haldið eitt vakið eyga við, at næmingar í flokkinum og eisini vinirnir hjá tí deyða kunnu broyta atburð, tá ein tíð er fráliðin. T.d. øktur aggressivitetur, passivitetur og trupulleikar við skúlaarbeiðinum. Eitt gott hugskot er, við jøvnum millumbilum at tosa um hendingina, og at taka evni sum sorg, sakn og deyða upp í undirvísingini.

 

Tá ið foreldur eru álvarsliga sjúk

Meginreglan er hon, at heimið kunnar skúlan. Ongin ítøkilig ætlan er. Lærarar eiga at vera OBS uppá næmingin. Ymiskt er, hvussu næmingar reagera; summi hava størri tørv á at snakka enn onnur; kanska summi vilja sleppa at snakka við heilsusystrina. Flokslærarin metir um og kann vísa til sorgarbólkin Beran (berin.fo)

Missur hjá næmingi (foreldur og systkin)

Leiðslan ringir heim og kunnar, um hvat verður gjørt í skúlanum. Leiðslan setir seg í samband við flokslæraran, sum síðan samlar flokstoymið. Toymið kunnar allar lærarar, sum hava næmingin, um støðuna. Flokslærari (toymið) syrgir fyri, at øll foreldur í flokkinum fáa deyðsboðini og heitir á foreldrini at siga børnum sínum frá, at floksfelagin hevur mist.


Leiðslan sendir blómur til heimið/næmingin. Flokslærarin og annar lærari vitja heimið. Skilagott at vera tvey.
Leiðslan og lærarar floksins savna flokkin í skúlanum, so skjótt tað ber til. Næmingurin helst við. Hevur næmingur onnur systkin í skúlanum, tosa allir hesir lærarar saman um støðuna.


Flaggið verður vundið á hálva stong saman við flokkinum. Hetta er í samráð við heimið.
Um systkin eru í øðrum flokkum, verður felags mannagongd fylgd.


Minningarhald: Undir morgunsanginum kunnar leiðslan næmingarnar um hendingina, og um hví flaggað verður á hálvari stong.


Flokkurin fær frí til jarðarferðina. Næmingar eru saman við foreldrum til jarðarferðina.

Stuðulsbólkurin kunnar toymið um sorgarbólkar, eitt nú “Berin”.

 

Umráðandi er, at tey, ið eru um næmingin, minnast til, at sorgin varir leingi; hetta at práta við næmingin av og á; t.d. tá jólini nærkast. Tá tað snýr seg um sorg, verður sagt: “Tøgn er ræðulig. At snakka er gull.”

 

Stuðulsbólkurin er til taks.

 

Stuðulsbólkurin syrgir eisini fyri, at gongdin verður eftirmett.

Tá ið lærari doyr:

Leiðslan boðar til fundar og kunnar allar lærarar. Leiðslan kunnar á heimasíðu skúlans. Flokslærarin kunnar sín flokk og møguliga foreldrini.


Flokslærarin/toymið fer inn í hvør sín flokk og kunnar næmingarnar, áðrenn øll hittast til eina minningarløtu.
Flaggið verður vundið á hálva stong.


Skipað verður fyri minningarløtu. Leiðsla, lærari ella kanska prestur sigur nøkur orð. Sangur, tala, bøn, ljós, tøgn ein minutt.

Næmingarnir verða sendir til hús kl 12.00, og lærarar hittast aftaná til at tosa um tað, sum er farið fram.


Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið. Hava blómutyssi og heilsan við.


Skúlin er stongdur undir jarðarferðini. Skúlin sendir krans.

Komandi námsfrøðiligur fundur: Lærarin verður minstur í ein min.

Tá ið lærari missir maka ella barn:

Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá. Flaggið verður vundið á hálva stong.

Um tað er flokslærari, ið hevur mist, tekur tann, sum hevur flokkin næst eftir flokslæraran, sær av flokkinum.
Umboð fyri leiðslu og skúla vitja heimið. Hava blómutyssi og heilsan við.

Næmingarnir eiga eisini at sleppa at heilsa; við brøvum/tekningum ella at vitja – alt eftir floksstødd og næmingatali. Hesum skipa lærarar floksins fyri. Stuðulsbólkur er til taks.
Skúlin sendir krans.

Tá fyrrverandi starvsfelagi doyr ella missir maka ella barn:


 
Leiðslan boðar starvsfólki skúlans frá. Flaggið verður vundið á hálva stong. Skúlin sendir krans.

 

Tíðin eftir eitt deyðsfall:
 
Sagt verður ofta, at tíðin lekir sár. Tíðin ger tað tó bara ikki einsamøll.

 
Sorgin verður ikki burtur fyri tað, at jarðarferðin er farin aftur um bak, heldur tvørturímóti. Tíðin aftaná kennist tung og døpur, og er ógvuliga orkukrevjandi og møtimikil hjá teimum avvarðandi at koma ígjøgnum. Kennist sum um lívið steðgar upp. Hetta sæst aftur hjá tí einstaka næminginum, við m.a. einsemi, afturhaldni, tunglyndi og manglandi motivatión/hugi at ganga í skúla.
 
Tí er tað av sera stórum týdningi, at barnið verður stuðlað í skúlanum, eisini í tíðini, ið kemur aftaná. Tað er lærarans lutur saman við næmingunum í flokkinum at vísa umsorgan og umhugsni fyri tí syrgjandi. Her verður tað tó ikki hugsað soleiðis, at tann syrgjandi skal hava/fáa nøkur serrættindi, hvat skúlaarbeiði viðvíkur, men at hann ikki sleppur bara at detta niður ímillum. Tað er sera týdningarmikið, at vit stuðla teimum beinanvegin og ikki bíða til trupulleikarnir hopa seg upp.


At fylgja upp aftaná eitt deyðsfall, snýr í skúlahøpi seg um, at vit eisini eru við at vísa børnunum á veruleikan tey liva í, og royna at stuðla teimum í at fyrihalda seg til hann. Tær týdningarmiklastu fyritreytirnar fyri hesum eru, at vit vaksnu, ið hava ábyrgd fyri teirra dannilsi, møta teimum við opinleika og geva teimum gætur.

Børn standa ofta einsamøll við síni sorg, tí tey avvarðandi hava nóg mikið við sína egnu sorg. Her kann skúlin virka sum ein fríðstaður, har vit tosa opið og frítt saman.
 
Royndir vísa, at besti mátin vit kunnu stuðla einum, ið hevur upplivað álvarsliga sjúku ella deyða er, at vit tosa opið saman um hennara/hansara truplu upplivingar. 
 
Tá ein ávís tíð er fráliðin, eigur toymið saman við heilsusystrini og stuðulsbólkinum at meta um og lýsa tørvin hjá barninum. Her verður serliga hugsað um møguliga hjálp.

Nakrar vegleiðinar sum íblástur og til hjálp hjá tí einstaka læraranum frá sálarfrøðingi.

Børn og trauma:

 

Fyrstu reaktiónir:
 
·        Skelkur og óveruleiki.
·        Mótmæli. Kensluloysi. Og/ella kensluligur ruðuleiki.
·        Koyra á, sum um einki var hent
·        Grátur í løtum.

Eftirreaktiónir:
 
·        Viðbrekni, ótti og ótryggleiki.
·        Átreingjandi minnir.
·        Svøvntrupulleikar.
·        Skuld og sjálvábreiðsla. 
·        Ógleði, longsul og saknur.
·        Irritatión og saknur.
·        Ófriður og konsentratiónstrupulleikar.
·        Kropsligar reaktiónir.
·        Smábarnsligur og óbúgvin atburður.
·        Ógvusligt spæl og endurspælingar.
·        Vreiði og kensla av órættvísi.
·        Kenna seg einsamøll og øðrvísi.