Reglugerð í sambandi við námsferðir

  • Skulu næmingar í framhaldsdeildini at ferðast í skúlatíð, skal ferðin verða í skúlahøpi.
  • Er ferðin uttanlands, skal avgerðin takast í felag millum heim og skúla.
  • Ferðin skal verða við í ársætlanini fyri flokkin.
  • Skrivlig umsókn skal latast leiðsluni við skúlaársbyrjan. Skrá fyri túrin skal fylgja við  umsóknini, og fakliga innihaldið skal lýsast og síggjast aftur í ársætlanini.
  • Tveir lærarar skulu við flokki uttanlands, helst ein av hvørjum kyni.
  • Heim og skúli semjast um fígging.
  • Fíggjarligar umstøður skulu ikki forða næmingi at sleppa við.
  • Lærari eigur ikki at hava útreiðslur í samband við námsferðir.
  • Næmingur, sum ikki fer við, hevur ikki frí.
  • Ferðafrásøgn skal latast leiðslu skúlans í seinasta lagi 14 dagar eftir heimkomu.