Vika 12
Mánadagur
18. mars
Lesið heima í 20 minuttir í frílesingbókini í føroyskum!
Ítrótt
Dreingir: Svimja

Gentubólkur 1: Fimleikahøllin

Gentubólkur 2: Skúlahøllin

ÁMINNING! Havið ítróttarklæði við! -Kovboybuksur og langt, leyst hár riggar ikki til ítrótt.
Science
Týsdagur
19. mars
Lesið heima í 20 minuttir í frílesingbókini í føroyskum!
Føroyskt
Vit arbeiða í Les 1.
Mikudagur
20. mars
Lesið heima í 20 minuttir í frílesingbókini í føroyskum!
Danskt!
Mállæru.
Hósdagur
21. mars
Lesið heima í 20 minuttir í frílesingbókini í føroyskum!
Sjónleikur
Møtið stundisliga kl. 08.00 og havi 50 kr við til sjónleikin.
Føroyskt
Tit lesa í frílesingbókunum, ímeðan eg gevi tykkum stílar aftur.
Fríggjadagur
22. mars
Lesið heima í 20 minuttir í frílesingbókini í føroyskum!
Páskafrítíð
Vit møta aftur týsdagin 2. apríl kl. 08.00.
Føroyskt
Vit arbeiða við mállæru, ímeðan eg gevi tykkum stílar aftur.
Science
Tit hava frí í science í dag.

Verkætlanin: (meiri kunning á boðklivanum)

Verkætlanin hjá 8.fl er frá hósdegnum 18.apríl til mikudagin 24.apríl.

Tíðarfreistir:

Bólkarnir skulu verða skipaðir áðrenn fríggjdagin 5.apríl. (Send bólkarnar til Birnu Berglind)

Bólkurin skal hava funnið evni í seinasta lagi mánadagin 8.apríl

Mikudagin 17. apríl skal spurdómurin verða liðugur (Hygg á boðklivan, hvat er ein góður spurdómur)

Ítøkiliga avrikið skal verða latið inn, týsdagin 23.apríl. kl.14.00

Framløgur eru mikudagin 24.apríl.

Vegleiðarar eru: Jacoba Lervig, Aage Nybo, Birna Berglind og Johann J. Petersen

Høvuðsevnið er: Einar betri Føroyar.

Til royndinar:

  • Næmingarnir skulu møta í seinasta lagi 15. min áðrenn royndirnar, tvs. kl. 8.00.
  • Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til
    royndarhaldið.
  • Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.
  • Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning. Tað er heldur ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum.

FIRST LEGO LEAGUE skráin 2023. 11. november

Innlating nr. 3 at lata inn 06. november 2023 :D

Innlating nr. 2. Freist at lata inn 4. oktober 2023

Framløgan Johann hevði í samband við uppgávuna vísindasøga

Bólkarnir til at arbeiða við søguliga vísindafólkinum.

Deadline er 

Bólkur 1  
Anna Helena, Rakul, Gunnar - Einstein 

Bólkur 2 
Anna, Ria, Jói - Maria Curie 

Bólkur 3 
Bjalla, Signa, Jógvan Ingi – Dorothy Hodgkin 
 
Bólkur 4  
Bjørg, Emilia, Karin – Mary Anning 

Bólkur 5 
Byrgi, Lukka Maria, Sarita – Wilhelm Røntgen 
 
Bólkur 6 
Gabriel, Vár P, Fía - Galileo Galilei 
 

Bólkur 7 
Íðunn, Jóhanna, Magnus – Niels Finsen 
 

Bólkur 8 
Vár H, Tanja, Stella - Anthony Von Leuwenhoek 
 
Bólkur 9 
Julian K, Asta, Naomi - Aristotles 

Bólkur 10 
Julian C, Baldur, Poul Andreas – Charles Darwin 
 
Bólkur 11 
Katarina, Barbara D, Naena – Tycho Brahe 
 
Bólkur 12 
Miriam, Barbara F, Tóki - Isaac Newton 
 
Bólkur 13 
Nicolai, Durita, Sára - Micheal Faraday 
 
Bólkur 14 
Paul, Emma, William – Dmitry Mendeleejev 

Innlating 8.fl. nr. 1

Innlating 2. 7.a. 2023/2024

Landsroyndirnar 2022 kunning:

Myndir frá setursskúlanum í Mikladali eru í boðklivanum

https://eysturskulin.fo/bodklivin6a

Bræv við kunning um setursskúlan

20.05.2022:

Góðu foreldur og næmingar í 6. flokkunum!         

So fara vit endiliga aftur á setursskúla! Vit fara til Mikladals mánamorgunin 23. mai og koma aftur til Havnar mikudagin 25. mai. Vit gista í avhaldshúsinum í Mikladali.

At hava við: Soviposa, kodda og lak. Annars alt tað vanliga: Skiftiklæði, heit klæði, inniskógvar ella heitar hosur at ganga inni í, handklæði, tannbust o.a. Havið eisini lummalykt, regnklæði og stivlar ella eyka skógvar við. Gott, um onkur tekur spøl og bóltar við eisini.

Matur: Havið matpakka við til at eta á middegi. Vit vænta, at øll hava etið ein góðan morgunmat áðrenn fráferð.

At hava við til millummála og morgunmat:

  • Bollar (20 stk): Ragnhild, Signa, Gunnvá, Jói, Pætur, Barbara D, Barbara F, Asta
  • Skuffukøku: Miriam, Byrgi, Noomi, Tanja, Arni Bartal
  • Frukt: Anna, Lukka Maria, Erika, Armgarð, Anna Helena
  • 2 pk. smør: Katrin, Julian
  • 2 krukkur súltutoy: Paul, Randi
  • 1 pk sjokulátuviðskeri (30 stk): Sunniva, Heini, Poul Andrias
  • 3 fløskur av saft (at blanda): Maria
  • 1 pk ost í skivum: Fía, Ronja, Sandra

Lummapengar: kr. 0,- Vit fara ikki í nakran handil á túrinum. Børnini kunnu hava okkurt søtt at hugna sær við heimanifrá. -Tó alt við máta.

Tað er IKKI loyvt at hava telefonir/teldur/teldlar við. Lærararnir hava telefonir, skuldi okkurt verið.

Fráferð: Bussurin fer av farstøðini mánamorgunin kl. 07:55. Øll møta í seinasta lagi kl. 7:30.

Aftur í Havn: Vit verða aftur á farstøðini mikudagin kl. 13:25.

Vit gleða okkum!

 

Johann, tel. 262974

Lív, tel. 504045

Hanna, tel. 516911

Setursskúli í Mikladali

Nær?

23.-25. mai 2022 (mánadag-mikudag).

Fráferð: Bussurin koyrir av farstøðini mánamorgunin kl. 07:55. Øll møta kl. 07:30.

Aftur í Havn: Vit verða aftur á farstøðini mikudagin kl. 13:25.

Hvar?

Hesaferð gongur leiðin til Mikladals, og har gista vit í tvær nætur. Vit fara at búgva í Innistovu, eisini kent sum avhaldshúsið í Mikladali.

Hvør?

Báðir 6. flokkarnir saman við Hannu, Lív og Johann

Kostnaður?

400,- at lata flokslæraranum í seinasta lagi mikudagin. Til ber eisini at flyta pengarnar á kontu hjá Lív: 9181 – 4042370. Minnist til at viðmerkja navnið á barninum.

Gleðið tykkum! :) Meira kunning kemur.

Kunning um telefonir

Góðu foreldur

Í Eysturskúlanum hava vit ein greiðan telefonpolitikk. Næmingarnir brúka ikki telefonir í skúlatíð! Hetta hevur verið galdandi fyri allan skúlan í meiri enn eitt ár.

Í hádeildini (7., 8. og 9.flokki) síggja vit, at tey flestu hava telefonir við í skúla, so tí vera telefonirnar samlaðar inn um um morgunin aftaná morgunsang, settar í telefonbakkar og læstar forsvarligt inni í einum skápi, og tá ið skúladagurin er liðugur, so fáa næmingarnir telefonirnar aftur. Hetta virkar heilt væl, og avleitt av hesum, síggja vit vaksandi gott felagsskapsvirksemi millum næmingingarnar.

Í miðdeildini hevur ikki verið neyðugt at savna telefonirnar inn, tí fáir næmingar hava havt tær við í skúla. Men nú síggja vit eitt vaksandi tal av næmingum, sum brúka telefonirnar í fríkorterunum.

So nú hava vit gjørt av, at telefonirnar verða savnaðar inn um morgunin, tá ið næmingarnir koma í skúla, og eins og í hádeildini, verða goymdar forsvarliga í ein skápi.

Næmingarnir fáa telefonirnar aftur eftir loknan skúladag.

Tað besta er sjálvandi, at næmingar ikki hava telefon við í skúla, men hava tey telefon, so goyma vit hana, meðan undirvísing og læring fer fram.

Orsøkirnar til at velja telefonfrían skúla eru nógvar, og vit vita, at fólk eru ymisk á máli um, hvat er rættast at gera. Men øll munnu vera samd um, at tað er betri fyri sosiala trivnaðin, um næmingarnir ikki hava telefon. Vit sum skúli hugsa oftast fyrst og fremst um “telefon-órógvan” í tímunum, men av royndum síggja vit, at tað hevur alstóran týdning fyri felagsskapin at øll ikki ganga hvør í sínum lagi við eini telefon. Tað er í fríkorterunum, at børnini mennast mest sosialt.

Vónandi og væntandi virða tit foreldur hesa avgerðina. Og gott í tykkum, tosið við børn tykkara um hetta.

Blíðar heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Eysturskúlin

https://eysturskulin.fo/telefonpolitikkur

Kunning frá leiðsluni um Corona

Góðu foreldur

Landsstýrismaðurin í heilsumálum mælir til ítøkilig tiltøk, sum hava til endamál at fyribyrgja coronasmittu (sí www.hmr.fo)

Í skúlanum fylgja vit tilmælunum, sum í fyrstu syftu snúgva seg um reinføri.

  • At vaska sær um hendurnar ofta og/ella brúka handspritt, um atgongd ikki er til vask.
  • At hosta og njósa í ermuna ella í eitt pappírslummaturriklæði

Hvat gera vit í skúlanum?

Skúlin hevur eyguni eftir at sápa, handspritt og pappírshandklæði altíð eru inni á næminga- og starvsfólkawc´num. Í flokshølunum og í øllum starvsfólkarúmum eru sápa og pappírshandklæði. Handspritt og veggjauppsløg, har mint verður á at spritta hendurnar, eru við allar høvuðsinngongdirnar í skúlan.

Vit í skúlanum minna eisini næmingarnar á at vaska sær um hendurnar, tá ið tey hava verið úti, og áðrenn tey fara at eta matpakka. Gott hevði verið, um tit foreldur eisini prátaðu við tey um hetta heima.

Seinasta tilmæli frá myndugleikunum er, at stórar fólkamongdir skulu ikki samlast. Tað er ikki beinleiðis nøkur tilráðing frá heilsumyndugleikunum um at taka stig til at avlýsa morgunsang, men um skúlin heldur vil hava samlingar í minni bólkum, er sjálvsagt einki í vegin fyri tí. Skúlar eru ymiskir á stødd, og vit hava gjørt av, at komandi 14 dagarnar savna vit næmingarnar í smærri bólkum hvønn morgun kl. 8.00. Morgunsangurin verður hildin antin í deildunum ella í flokshølunum hesa tíðina.

Um 14 dagar eftirmeta vit, um vit taka morgunsangin uppaftur, har vit øll eru saman.

Vit í skúlanum merkja, at summi børn eru ørkymlað um støðuna viðvíkjandi Covid19. Tað hevur tí stóran týdning, at vit vaksnu tosa soleiðis við børnini, at tey ikki gerast bangin.

Niðanfyri verður víst til heimasíðuna hjá Barnabata. Har eru góð ráð at heinta, um hvussu vit kunnu tosa við børnini og svara teirra spurningum, so tey ikki gerast stúrin.

https://www.barnabati.fo/hvussu-tu-kanst-tosa-vid-born-um-coronavirus/ 

 

Á heimasíðuni hjá skúlanum verður leypandi kunning, um tørvur er á nýggjari kunning.

www.eysturskulin.fo 

Nýggj koronatilmæli í skúlanum
04.11.2021: Góðu foreldur!

Í gjárkvøldið, 3. november 2021, sendi Undirvísingarstýrið skúlunum eitt skriv um nýggj tiltøk í skúlunum, nú talið av koronatilburðum er vaksið sera nógv síðstu tvær vikurnar. Víst verður m.a. á, at tað serliga eru børn og ung, ið verða smittað í løtuni, og um øll royna at taka eitt tak nú og gera nøkur átøk, so væntar heilsumyndugleikin, at smittutølini fara at lækka.

Í fyrstu atløgu kemur hetta at hava nakað av ávirkan á skúladagin hjá okkum her í Eysturskúlanum.

Í Eysturskúlanum gera vit hesar tillagingar:


Næmingarnir fara at nýta ymiskar inngongdir, so tey ikki trokast saman, tá ið tey koma og fara í og úr skúla og í fríkorterunum. Vit royna, so vítt tað letur seg gera, at halda felagshølini tóm fyri næmingar. Lærarar kunnu innanhýsis gera avtalur um, at næmingar nýta felagshølini í undirvísingini.

Næmingar í 6. flokki brúka brandhurðarnar inn í skúlastovurnar.

Undirvísingin verður í allarstørstan mun skipa sum vanligt. Tó kemur undirvísingin í størri mun enn vanligt at vera skipað í flokshølinum ella uttandura. Vit skulu royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum.

Næmingarnir verða eggjaðir til bert at vera saman við floksfeløgunum.

Næmingarnir skulu minnast á, at teir eiga at hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Vit minna okkum á aftur at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at halda tilmæltu frástøðuna. Flokkarnir eiga at hava skipaðar mannagongdir viðv. tí at vaska sær um hendurnar.

Vit halda ongar stórar samkomur; t.v.s. tað verða eingir felags foreldrafundir og eingin morgunsang komandi vikuna. Vanligar foreldraviðtalur kunnu tó haldast í einum flokki. Lærararnir skulu tá tryggja, at frástøðan verður hildin, og at foreldrini hava atgongd til spritt. Flokslærarin kann tó í samráð við foreldraráðið í flokkinum útseta viðtalurnar í tvær vikur.

Ítróttatímarnir (sum í flestu førum eru árgangir saman) verða hildnir uttandura, um veðrið er til vildar. Eru næmingarnir innandura, býta lærarar  næmingarnar sundur í bólkar/flokkar, um tað letur seg gera.

At skipa næmingar í fastar og atskildar bólkar er eitt gott útgangsstøði fyri at arbeiða smittufyribygjandi og at gera smittusporan, gerst hetta neyðugt.

Tiltøkini eru galdandi til 12. november, sum er fríggjadagin í komandi viku. Tá verða tiltøkini endurskoðað og endurmett.