Vit byrja aftur í Eysturskúlanum mánamorgunin kl. 08:30
Góðu næmingar og foreldur í 4.flokki!
Nú sleppur 4.flokkur aftur í skúla. Hetta verður longu mánadagin 4.mai. Vit gleða okkum at síggja næmingar aftur í skúlanum, hóast gerandisdagurin ikki verður heilt tann sami, sum hann var áðrenn 12.mars.
Meginreglan frá myndugleikunum er, at næmingarnir í 4.flokki helst skulu møta í skúla. Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingum ella avvarðandi, skulu foreldur boða flokslæraranum frá.
Gerandisdagurin verður eitt sindur broyttur, nú næmingarnir koma aftur í skúla. Støðan í Føroyum viðvíkjandi Korona sær beint nú út til at vera góð, men enn eiga og skulu vit gera alt, vit kunnu, og sum okkum er tilmælt, í samband við at fylgja teimum tilmælum og leiðreglum, ið Koronaráðgevingin leypandi kemur við.
Vit í skúlanum hava eisini roynt at gera alt, sum vit kunnu, og sum fyriskrivað er, so tá ið næmingarnir í 4.flokki koma í skúla mánadagin, fara vit øll at royna at verja hvør annan og okkum sjálv við at royna at halda tilmæltu frástøðuna. Tað merkir, at flokkarnir fara at vera í fýra flokshølum; t.v.s., at 4.a verður deildur í tvey høli, og 4.b verður deildur í tvey høli. Tey fara at húsast í samanhangandi flokshølum – 8/9 børn í hvørjum høli. Borðini standa í tilmæltu frástøðuni, og bara ein næmingur við hvørt borðið. Inni í hesum bólkunum, verða næmingarnir aftur bólkaðir; hetta fyri at tey ikki øll spæla saman í einum trunka.
Tveir lærarar verða knýttir at hvørjum flokki; flokslærarin og ein lærari, sum vanliga er í flokkinum, afturat. Hesi starvsfólkini eru allatíðina saman við somu næmingunum. T.v.s., at lærararnir ganga ikki ímillum flokkarnar. Harafturat verður tvær garðvaktir knýttar afturat 4.flokki.
Um veðrið er við okkum, sum tað vónandi verður, so fara næmingarnir óivað at fáa undirvísing bæði inni og úti. Eru næmingarnir inni, so hava bólkarnir hvør sítt stórt flokshøli at vera í.
Vit royna, sum sagt, at halda tilmæltu frástøðuna; vit vaska og spritta hendurnar eftir føstum mannagongdum; tá ið vit koma í skúla, tá ið vit hava verið á WC, áðrenn vit fara í fríkorter, tá ið vit koma innaftur, áðrenn vit eta matpakka, tá ið vit eru liðug at eta, og tá ið vit fara heim. Eisini eru reingerðarfólkini hjá skúlanum til arbeiðis, meðan næmingarnir eru í skúla, og tey hava sínar reinhaldsmannagongdir.
Av tí at næmingarnir verða skipaðir í fýra bólkar, so hava vit tørv á fleiri skúlastovum enn vanligt, tískil umskipa vit flokshølini eitt sindur
Tí er tað so heppið, at vit hava ein stóran og rúmligan bygning, og kunnu tískil húsast í góðari frástøðu.
Hvar fara næmingarnir at húsast?
4.A fer at halda til í tveimum stovum í A-lon syðru, har 5.flokkarnir vanliga plaga at vera. Har eru tvær skúlastovur, og har vera tveir bólkar, 4.a1 og 4.a2. 4.a1 hevur inngongd gjøgnum høvuðsdyrnar í A-lon syðru (móti Eysturvølli). 4.a2 hava inngongd gjøgnum brandddyrnar niðan ímóti grøna økinum beinleiðis inn í stovuna.
Vit heingja skelti á báðar inngongdirnar, so næmingarnir síggja, hvar tey skulu.
4.B fer eisini halda til í tveimum stovum í A-lon, syðru. Tað verður har, sum 4.flokkarnir vanliga halda til. Tey brúka báðar stovurnar, og flokkurin verður býttur sundur í tvey. Inngondin hjá 4.b1 og 4.b2 verða úr skúlagarðinum og inn gjøgnum branddyrnar inn í skúlastovurnar. Vit skelta eisini hurðarnar her, so børnini síggja tey úr skúlagarðinum.
Vanliga dámar okkum so væl, at vera blíð og møta foreldrum og fáa eitt gott prát, men tað er ikki skynsamt og skilagott at gera beint nú. Vit ynskja tí ikki, at foreldrini koma við børnunum inn í skúlagarðin. Børnini verða sett av ella fylgd til portrið inn í skúlagarðin, og so finna tey sjálv gjøgnum skúlagarðin og til inngongdina, tey skulu brúka.
4.flokkarnir skulu møta í skúla kl. 08.30. Tey fara at hava fimm klokkutímar um dagin og 4 tímar fríggjadag. (8.30-13.30)(8.30-12.30)
Carl Eli og Anna verða knýtt at 4.A, og Lív og Hanna L. verða knýttar at 4.B
Nærri kunning um tímatalvu og onnur praktiskt viðurskifti kemur frá flokslæraranum.
Við ynskjum um, at vit hugsa um hvør annan og hjálpa hvør øðrum at minnast til, at vit eru saman í fjarstøðu.
Bestu heilsanir
Eyðna Magnussen, skúlastjóri.
GG! Vísa børnini minstu sjúkutekin, so skulu tit hava børnini heima við hús.