Góðu foreldur og næmingar
Nú byrjar skúlin aftur mánadagin og gleða vit okkum at síggja tykkum aftur :) Næmingarnir eru í skúla frá kl.8.00-12.00 hvønn dag.
Vit í 3. flokki koma at verða í E-lonini, har Nám X vanliga heldur til. Tit skulu møta við inngongdina hjá Nám X (ovast í Djóna í Geil gøtu). Tit kunnu møta millum kl. 7.55 – 8.10, fyri at fyribyrgja at øll ikki koma í senn.
Í hesum Korona tíðum skal eingin deila blýantar og annað, tí er sera umráðandi, at øll hava síni egnu ting við í skúla. So hvør næmingur skal hava eitt penalarhús, ið innheldur:
Blýantar, viskileður, blýantspískara, linjál, límstift, saks og litblýantar
Gott hevði verið, um børnini eisini hava okkurt við í taskuni, sum tey sjálvi kunnu stytta sær stundir við. T.d. bólt, teknibók ella leiku.
Hvør næmingur skal hava ein drekkidunk við og ein millummála. Tað verður ongin mjólk mánadagin, týsdagin og mikudagin. Hósdagin fer mjólkaskipanin aftur í gongd.
At hava við í taskuni: Penalarhús við øllum. Lesimappu, Betri handskrift, Firvaldsbók. Nýtt roknihefti og nýggja brotna tímatalvu fáa tey mánadagin (hetta skal eisini liggja í taskuni). Alt tilfar tit hava liggjandi heima, skal við í skúla.
Latið børnini í eftir veðrinum, tí vit koma eisini at vera úti. Og skulu vit trúgva veðurforsøgnunum, so verður gott veður í komandi viku. Smyrjið sólkrem á børnini, áðrenn tey koma í skúla, um tørvur verður á tí.
Vit hava deilt tey í bólkar og síggja teir soleiðis út:
3. A Hanna (218243)
Bjørg, Elin J, Ísak, Lea, Rani, Rúni, Sveinur og Tinna
3. B Johann (262974)
August, Ári, Bjørn, Freia, Fríða, Julia, Mia og Reinar
3. D Rebekka (289350)
Annika Fríða, Beinta, Bjørk, Dávid, Domenik, Elin H, Heiðrun, Nikolina og Petur.
Og til tykkara, ið hava børnini heima! Tit verða biðin um at møta á skúlanum, uttan fyri bókasavnið, mánadagin kl. 12.00. Har tit fáa nýtt tilfar heim við og kunnu skifta bøkur. Tit skulu fylgja vikuætlanini, sum er inni á heimasíðuni. Guðrun (520054) hevur ábyrgd av teimum, ið eru heima, og kemur at seta seg í samband við tykkum fyrst í næstuviku.
Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at skriva til okkum. Lesið annars kunningina frá leiðsluni og undirvísingarstýrinum, sum eisini liggur í boðklivanum.
Vinaliga Guðrun, Hanna, Johann og Rebekka