Hej forældre i 7.b
Vi er to lærerstuderende fra Danmark, som skal være i praktik de næste 6 uger her i 7.b i dansk og engelsk. I dansk har vi planlagt et forløb omkring "Kald det kærlighed", hvor vi bl.a. skal arbejde med sangtekst og film. I engelsk skal vi arbejde med traditioner i engelsktalende lande.
Vi glæder os til at lære jeres børn at kende.
Venlig hilsen
Louise og Emma
Góðu foreldur
Nú vit so smátt eru komin í gongd aftur við skúlagongdina, fara vit at kalla tykkum til foreldrafund hóskvøldið 10. september kl. 19.00 í floksstovuni í D-lonini í skúlanum.
Vinaliga sigið mær frá, um ikki liggur fyri at koma.
Blíðar heilsur
Randi
Skúlagongd byrjar aftur:
6. - 9.flokkur møtir mánadagin, 24.august kl. 8.00. - næmingarnir ganga inn gjøgnum branddyrnar.
Góðu tit í 6.flokki
Nú fara vit í páskaferiu; njótið hana saman við húskinum. Eg má siga, at eg eigi ikki orð fyri, hvussu røsk tit hava verið, nú tit hava verið heima í skúla.
Hvussu tað verður aftaná páskir, veit eg ikki enn, men so skjótt eg veit okkurt, leggi eg tað á heimasíðuna hjá skúlanum. www.eysturskulin.fo
Gleðiligar páskir ynski eg tykkum.
Eyðna Magnussen, skúlastjóri
1. Rebekka - Karin - Poulina - Lív - Barbara - Súna - Fríða - Urd - Turid Louisa - Magnus - Bogi - Askur - Lýðar
2. Ida - Flykra - Bylgja - Eydna Drós - Beinta - Rannvá - Gunnvør B - Eivør - Róaldur - Leif - Bjarni - Brian - Rói
3. Gunnvør A - Helena - Tea Vár - Emmy - Karina - Kristina - Rósa - Hugin - Jákup - Aron - Rókur - Teitur
Rykkjari frá Býarbókasavninum
Góðu foreldur,
Um tit fáa ein rykkjara ella eina áminning frá Býarbókasavninum, sum tit ikki kennast við, er orsøkin helst tann, at barn tykkara hevur lænt eina bók á skúlabókasavninum, og at lánitíðin er farin.
Á heystið 2018 skifti Tórshavnar býarbókasavn og øll skúlabókasøvnini í kommununi bókingarskipan. Av tí at skúlabókasøvnini virka undir Býarbókasavninum, fáa foreldur áminning um bøkur umvegis telduboð frá Býarbókasavninum, hóast lánið er skrásett á skúlabókasavninum, har barnið gongur í skúla.
Vit hava sett fram ynski til veitaran av skipanini um at fáa hetta broytt, so tað sæst hvørjum skúla telduboðini koma frá. Vónandi halda tit okkum tilgóðar, inntil hetta kemur í rættlag. Eisini heita vit á tykkum um at hjálpa børnunum at minnast til at lata bøkurnar inn, har tær eru læntar.
Nærri kunning kemur seinni.
Vit eru farin undir at gera lesiavtalur í føroyskum. So hvørt sum næmingarnir læna eina bók, gera teir eina avtalu um, nær hon skal vera lisin. Henda avtala verður førd inn í vikuætlanina, so til ber at síggja, nær tey skulu vera liðug. Tí er skilagott av og á at blaða eitt sindur fram í vikuætlanini.
Tey fáa enn lesidagbók at hava liggjandi í bókini, sum helst skal fyllast út hvørja ferð tey lesa.
1. Set striku undir tey orð, tú ivast í, meðan vit skriva.
2. Nýt orðalistan aftast í bókini til, tá diktatin er skrivað.
3. Les diktatina ígjøgnum tríggjar ferðir og set eina striku fyri hvørja ferð, hon er lisin.
Vinaliga
Randi
Frá 19.11. - 23.11. hava allir næmingar í Eysturskúlanum evnisviku hvønn dag frá kl. 8-13. Í taskuni skal vera matpakki og vælútgjørdur pennahúsi (saksur, límstift, litir....).
Eg gleði meg at lesa søgurnar!
Randi
Felags foreldrafundur fyri miðdeildina verður í A-lonini hóskvøldið 13.9. kl. 19.
Týsdagin, 21/8 fara allir næmingar og lærarar Eysturskúlans ein dagstúr. Vit ætla at ganga upp á Kirkjubøreyn og eitt sindur suðureftir til vatnið.
Allir næmingarnir møta á krossinum týsmorgunin kl. 8.00. Tað er, har gamli Velbastaðvegur og vegurin út á Norðasta horn møtast - haðani farið verður til gongu. (Tvs. at næmingarnir møta ikki í skúlanum)
Børnini skulu hava góðan matpakka og okkurt at drekka við sær og annars vera ílatin eftir veðrinum.
Veðurforsøgnin er eitt sindur skiftandi í løtuni. Beint nú sigur hann turt og gott veður, og sólin skínur av og á. Men allarhelst er ov tíðliga at spáa um veðrið, og tískil er av stórum týdningi, at tit fylgja við her á heimasíðuni, um so er, at vit noyðast at broyta ætlan.
Leinki til ljóðbókina Mandy on holiday:
http://snar.fo/folkaskuli/enskt/utgavuheimar/mandy/ljodbok-mandy-on-holiday/