Foreldraviðtalur

Myndatøka

Skúlamjólk

Kavadagur

Ein deiligur dagur í góđveđrinum í dag.

Smákøkur

Í dag vóru vit í køkinum og bakađu smákøkur. Tey vóru so ótrúliga røsk og dugnalig. So hetta royna vit aftur:-)

Góðir miðlavanar

Mín teldupost bústađur:

margretha.z.hammer@skulin.fo

Tlf: 004542529520

Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið

Kunning um Klaksvíkstúrin

Skúlastýrisval

Skriv frá Javna um systkinabólkar

Foreldraviðtalur í 3. flokki

 

Kl. 14.00 Sebastian

Kl. 14.15 Dagmar

Kl. 14.30 Helena

Kl. 14.45 Eiri

Kl. 15.00 Ragnar

Kl. 15.15 Fríðbjørg

Kl. 15.30 Hanna

Kl. 15.45 Baltasar

Kl. 16.00 Monika

Kl 16.30 Freia

Kl. 16.45 Elisabeth

Kl. 17.00 Pætur

Kl  17.15 Naja

kl. 17.30 Bartal

kl 17.45 Bjørk

Kl. 18.00 Antonia

Kl. 18.30 Sára

Kl. 18.45 Petur

Kl 19.00 Róaldur

Kl. 19.15 Marý

Kl. 19.30 Lydia Maria

Børnini skulu ikki við til viðtaluna  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um. Vinaliga sigið frá í telduposti ella telefonboðum, um tit býta um tíð.

Joan – teldupostaadressa: joan.johannesen@skulin.fo telefon: 787262

Vinarliga Bogi og Joan

 

 

Góðu foreldur

Nú er fyrsta vikan farin aftur um bak, og eru vit komin væl í gongd.

Tey hava fingið onkran nýggjan lærara og eisini onkra nýggja lærugrein. Í ”Handaverk og List” og ”Kristni” hava tey fingið Beintu J. Petersen.  

Viðvíkjandi tilmælum, so fylgja vit sum frægast somu mannagongdum, sum vit høvdu undan summarfrítíðini; vaska og spritta hendur, ganga beinleiðis inn gjøgnum brandhurðina í floksstovuna, og um vit hava sjúkueyðkenni, koma vit ikki í skúla, men boða flokslæraranum frá. Myndugleikarnir mæla somuleiðis til “flokseinsemi”; tað er, at vit helst bara eru saman við floksfeløgum í skúlatíðini.

Eins og undanfarin ár, brúka vit vikuætlanina á heimasíðuni, www.eysturskulin.fo, og har verða skúlating, kunning, myndir o.a. viðkomandi tilfar lagt út. Vit vænta, at tit fylgja væl við í vikuætlanini.

Tað er sera umráðandi, at tit hvønn dag hava øll neyðug amboð og bøkur við í skúla. Í pennahúsanum eiga altíð at vera: blýantar, spískari, viskileður, linjuál, saksur, límstift og litblýantar. Dansktbókin skal bindast inn.

 

Viðvíkjandi telefonum hjá næmingunum:

Tað er ikki loyvt at hava nýta telefon í skúlatíðini. Telefonin kann verða við í skúla, um hon einans liggur sløkt í taskuni. Um tit á ein ella annan hátt noyðast at fáa fatur á barni tykkara, kunnu tit venda tykkum til flokslæraran.

 

Vónandi fáa vit øll eitt gott og læruríkt skúlaár í 3. flokki.

Blíðar heilsur

Joan & Bogi

Tímatalva vika 19

Tímatalvan vika 18

Tímatalvan vika 17

Síðsta kunningin, aðrenn mánadagin

Kunning um skúlagongdina í komandi viku

Standardskriv frá undirvísingarstýrinum


Góðu tit

Mánadagin, 20.apríl, kunnu næmingar í 1., 2. og 3.flokki koma aftur í skúla, um foreldrini hava tørv á tí. Næmingarnir møta tó ikki einum vanligum skúladegi. Næmingarnir fara at verða skipaðir í bólkar, soleiðis at smittuvandin skal vera so lítil sum gjørligur. Skúlatíðin er frá kl. 8 - 12.  Fyri at skipa skúladagarnar so væl sum gjørligt, so er ein fyritreyt, at vit vita, hvørji børn koma í skúla ella ikki koma í skúla. Vit skipa og fyrireika eina viku í senn! Vinarliga svari leinkjuni niðanfyri. Tit verða biðin um at svara í seinasta lagi hósdagin 16.apríl kl. 12.00.

https://forms.office.com/Pages/ResponsePage.aspx?id=TWbUsi8C20e3cWLMLmUxR1ZmCOjZRMFLtvLU9FX1Wb5UOFQxNEU3V0RMVDBJWFFWRTZBTlNSWVpBSC4u Kunning til heimini um skúlabyrjan eftir páskir http://www.eysturskulin.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=389

Góðu tit í 2.flokki

Nú fara vit í páskaferiu; njótið hana saman við húskinum. Eg má siga, at eg eigi ikki orð fyri, hvussu røsk tit hava verið, nú tit hava verið heima í skúla.

Hvussu tað verður aftaná páskir, veit eg ikki enn, men so skjótt eg veit okkurt, leggi eg tað á heimasíðuna hjá skúlanum. www.eysturskulin.fo

Gleðiligar páskir ynski eg tykkum.

Eyðna Magnussen, skúlastjóri

 

Føroyskt

  • Ongar fílur

Tímatalva fyri viku 13

Brotintímatalva vika 12

Ringla, leita og skriva

Finn navnorð og sagnorð

Genta/drongur

 Kunning

Kunning frá Undirvísingarstýrinum og Eysturskúlanum, galdandi frá mánadegnum 16.mars og tvær vikur fram.

 


Góðu foreldur

Skúlarnir og frítíðarskúlarnir hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

 

Hesi foreldur skulu venda sær til skúlaleiðsluna, tlf. 214755 skjótast møguligt við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er at skipa tilboð frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir.

 

 

Blíðar heilsanir

 


Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Eysturskúlin

 


tlf. 214755 | eydna.magnussen@skulin.fo  

tlf.302540 | www.eysturskulin.fo | 

 

 

 

Foreldraviðtalur í 2. flokki

Foreldraviðtalur verða týsdagin 17. mars í floksstovuni hjá 2. flokki. Børnini eru ikki við til viðtalurnar.

Kl. 14.00 Adam

Kl. 14.15 Róaldur

Kl. 14.30 Helena

Kl. 14.45 Sebastian

Kl. 15.00 Fríðbjørg

Kl. 15.15 Ragnar

Kl. 15.30 Eiri

Kl. 15.45 Røskva

Kl. 16.00 Monika

Kl 16.30 Freia

Kl. 16.45 Elisabeth

Kl. 17.00 Pætur

Kl  17.15 Naja

kl. 17.30 Hanna

kl 17.45 Dagmar

Kl. 18.00 Petur

Kl. 18.15 Sára

Kl. 18.30 Baltasar

Kl. 18.45 Lydia Maria

Kl. 19.00 Bartal

Kl. 19.15 Petur

Kl. 19.30 Bjørk

Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um. Vinaliga sigið frá í telduposti ella telefonboðum, um tit býta um tíð.

Joan – teldupostaadressa: joan.johannesen@skulin.fo telefon: 787262

Vinarliga Bogi og Joan

Kunning til foreldur

Faldari um skrubb

Kunning um frídagin 18. februar

100-daga-veitsla

Spælibólkar januar 2020

Søgukapping

Góður foreldur

Sum eina roynd at betra um ferðslutrygdina hjá okkara yngstu næmingum, fara vit eftir heystfrítíðina at steingja portrið í Lítlagarði; portrið, sum gongur beint út á vegin (ovasta partin av Tórgarðsgøtu). Tað kemur onkuntíð fyri, at næmingarnir renna beint út úr garðinum, og tá eru tey beint úti á vegnum; og um morgunin er nógv ferðsla á hesum økinum; børnini eru smá og síggjast ikki altíð so væl.

Børnini skulu nú ístaðin brúka portrið, sum vendir vestureftir (niðan ímóti grøna økinum og spælitorninum omanfyri skúlan)

Vit royna hetta fyrst í 14 dagar, og so eftirmeta vit, um vit skulu lata portrið uppaftur, ella at hetta var ein góð loysn.

Tit, foreldur, eru hjartaliga væl komin at siga, hvat tit halda, tá ið vit hava roynt hetta í 14 dagar.

Blíðar heilsanir

Skúlastjórin og skúlastýrið

 

Ferðslan

Bókaskiftisskipanin í 2. flokki

Foreldraviðtalur í 2. flokki

Foreldraviðtalur verða hósdagin 26. september í floksstovuni hjá 2. flokki. Børnini eru við til viðtalurnar.

 

Kl. 14.00 Sebastian

Kl. 14.15 Dagmar

Kl. 14.30 Helena

Kl. 14.45 Eiri

Kl. 15.00 Fríðbjørg

Kl. 15.15 Ragnar

Kl. 15.30 Hanna

Kl. 15.45 Røskva

Kl. 16.00 Monika

Kl 16.30 Freia

Kl. 16.45 Elisabeth

Kl. 17.00 Pætur

Kl  17.15 Naja

kl. 17.30 Bartal

kl 17.45 Bjørk

Kl. 18.00 Antonia

Kl. 18.15 Sára

Kl. 18.30 Baltasar

Kl. 18.45 Lydia Maria

 

Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um. Vinaliga sigið frá í telduposti ella telefonboðum, um tit býta um tíð.

Joan – teldupostaadressa: joan.johannesen@skulin.fo telefon: 787262

Vinarliga Bogi og Joan

Ítróttadagar
 

Góðu foreldur!


Týsdagin 18 / 6 og mikudagin 19 / 6 fara vit at hava ítróttadagar í grunddeildini. Vit møta sum vanligt klokkan 08:00. Týsdagin hava børnini frí kl.12:45 og mikudagin sum vanligt.

Týsdagin klokkan 09:30 ganga vit úr skúlanum og niðan á Tórsbreyt. Har fara vit at hava ymiskar aktivitetir og hugna okkum saman.

Mikudagin koma vit at vera á Eysturvølli, har vit hava ymiskar kappingar.

Týsdagin skulu børnini bert hava ein góðan matpakka, matarklemmu og drekkidunk við. Børnini mugu vera klædd eftir veðrinum og í góðum skóm. Mikudagin skulu børnini eisini hava skúlataskuna við í skúla.

 

Blíðar heilsanir

Toymið í grunddeildini

Kunning um 1. flokks konsertina í NLH

Útferð


Góðu foreldur!  

Týsdagin 28. mai fer grunddeildin útferð. Vit ætla okkum at ganga eftir gøtuni av Norðasta Horni niðan á Hotel Føroyar og síðani oman í viðarlundina undir Kerjum. Har eta vit matpakka og hugna okkum, áðrenn vit fara til gongu aftur í Eyturskúlan.  

Vit vænta at verða aftur í skúlanum, áðrenn børnini í 1. og 2. flokki hava frí (kl.12.45), tá heintar frítíðarskúlin børnini. 


Henda dagin skulu børnini bert hava ein ryggsekk við, sum inniheldur:  

Ein góðan matpakka, millummála og ein drekkidunk.  

Tey skulu vera væl ílatin og í góðum skóm.  

Børnini møta við barnagarðin á Norðasta Horni millum 8.00 - 8.20.  

Farið verður til gongu kl. 8.30. 

Lærararnir eru á staðnum frá kl. 8.00 at taka í móti børnunum.  

Vit gleða okkum til ein góðan túr saman við børnunum. 


Blíðar heilsanir 

Lærararnir í grunddeildini. 

 

GG! Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, so eru tit vælkomin at venda tykkum til flokslæraran. 

Spælibólkar mai 2019

Urtagarðsvika

Frá hósdegnum 2/5-19 til og við týsdagin 7/5-19 verða urtagarðsdagar í Eysturskúlanum. Vanliga tímatalvan verður løgd tilsíðis hesar dagar, so børnini skulu bert hava: Pennahúsa, lím og saks, matpakka, drekkidunk í taskuni. Skilagott hevði verið, um tey høvdu skiftiklæði við í skúla.

Vit fara m.a. at gera ein eplaveltu, seta epli niður og planta ymiskt grønmeti, og eisini fara vit at lúka kring skúlan. Vit koma at læra um plantur og annað, sum er í einum urtagarði, og arbeiða við ymiskum evnum hvønn dag.

Vit vera nógv úti og tí er týdningarmikið, at børnini eru væl ílatin, hava góð klæði og gummistivlar við.

Hesar dagar eru børnini í skúla soleiðis: hósdag, mánadag og týsdag frá kl. 08:00 - 13:00. Og fríggjadag frá kl. 08:00 - 11:30. Frítíðarskúlin heintar børnini í 1. og 2. flokki, tá skúladagurin er liðugur.

 

Blíðar heilsanir

Toymið í grunddeildini

 

GG!

Gott hevði verið, um tit kundu givið børnunum eggjabakkar við 10/12 rúmum og ein urtapottafjalarar, eina glaskrukku ella annað at planta í, við í skúla miku- ella hósdagin.

Foreldraviðtalur

Framløgur

Kunning

100-daga-veitslan

Evnisvika

Foreldraviðtalur í 1. flokki

Skúlin byrjar 16. august.

Faldari um skrubb

Kunning um lesing

Kunning um spælibólkar

Spælibólkar

Telefonlistin

Útferð týsdagin 21/8


Týsdagin, 21/8 fara allir næmingar og lærarar Eysturskúlans ein dagstúr. Vit ætla at ganga upp á Kirkjubøreyn og eitt sindur suðureftir til vatnið.

Allir næmingarnir møta á krossinum týsmorgunin kl. 8.00. Tað er, har gamli Velbastaðvegur og vegurin út á Norðasta horn møtast - haðani farið verður til gongu. (Tvs. at næmingarnir møta ikki í skúlanum)

Børnini skulu hava góðan matpakka og okkurt at drekka við sær og annars vera ílatin eftir veðrinum.