Enskt dictations

Ítróttadagur og veitsla

Faldari um HPV

Jólaroyndin 2022

Ítróttarætlan

Praktikant i dansk

 

Fra på tirsdag og til den 2. dec får klassen praktikant fra Danmark i dansk. For at få hans skema til at hænge sammen flytter vi en time dansk fra onsdag til fredag, og omvendt en time matematik fra fredag til onsdag. Han har tilrettelagt et forløb om artikler, og det er noget han ved rigtig meget om, så det er spændende.

Íslandstúrur

Skúlafótbóltur

SSP-dagar 5. og 6. mai

Uppgávulisti til toast og sunkist sølu

Foreldra- og næmingaviðtalur - várið 22

Kunning um komandi skúlaár

Kunnandi fundur um komandi skúlaár, 8.flokk, verður í skúlahøll Eysturskúlans, mánakvøldið 14.mars kl. 19.00. Fundurin er fyri øll áhuga foreldur og næmingar.

Kunnað verður um 8.flokkarnar - 8.a og 8.b, sum eru almennar rásir við breytartilboðum innan handverk, tónleik og ítrótt.

Kunnað verður eisini um spildurnýggja rás - 8.s, sum er ein Science og innovatiónsrás. 

Science- og innovantiónsrásin verður eitt tilboð til teir næmingarnir, ið hava hug at arbeiða við náttúruvísindi á ein øðrvísi hátt, umframt innovatión og nýhugsan.

Rásin er ætlað næmingum, ið hava eina meiri ítøkiliga tilgongd til vitan og læring.  

8.a er ein almenn rás - við handaligum vallærugreinum 

8.b er ein almenn rás - við vallærugreinum í ítrótt 

Harumframt verður skipað eitt skeið í Lesi- og skrivitøkni, sum vendir sær til orðblind og talblind. 

Kunnandi fundur um rásina og 8.flokkarnar í Eysturskúlanum komandi skúlaár verður mánakvøldið 14.mars kl. 19.00. 

Myndatøka 2021

Barnarættindadagur í NLH

Foreldraviðtalur 16.09.2021

Skúlabyrjan

Góðu tit.

Vælkomin aftur í skúla og í 7.b

Her er eitt sindur av kunning frá toyminum í 7.b

Flokslærari er Niklas F. Joensen.

Tveir nýggir næmingar eru komnir í flokkin, Sámuel á Smið og Kristin Johannesen, umframt, at Jónas er komin aftur úr Portugal. Vit ynskja Sámuel og Kristin vælkomnum í flokkin og Jónasi væl afturkomnum. Í 7.b eru tískil 21 næmiingar - 8 gentur og 13 dreingir.

Viðvíkjandi heimaarbeiði, so verður heimasíðan nýtt. Heimaarbeiðið stendur í vikuætlanini. Boð frá lærara verða løgd út á vikuætlanina, so hyggið har regluliga.

Er næmingurin ikki í skúla, ella skal hann úr skúlanum í skúlatíð, verða foreldur/verji biðin um at boða Niklasi frá - seðil, sms-boð ella teldupost.

Tvær reglur í hádeildini:

  • Fartelefonin verður latin inn til læraran kl. 08:00 og næmingarnir fáa hana aftur, tá tey fáa frí.
  • Næmingar ganga ikki inni í skóm - snilt at hava einar inniskógvar.

Tit hava fingið mjólkarseðilin við heim. Fyllið hann út, um tit skulu hava mjólk, og latið hann inn sum skjótast. 

Eru spurningar um eitthvørt, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Niklas á tlf: 253982 ella teldupost: niklas.fridrikur.joensen@skulin.fo.

Vit síggjast til felagsforeldrafundin, sum verður í næstum. Har verður meira kunning um lærarar og hvat vit fara at gera hetta skúlaárið. Tit fáa boð um, nær fundurin verður. 

Vinaliga

Toymið 7.b