Kunning um lesi- og stuðulsátak
05.03.2021: Góðu foreldur
Sum tit allarhelst vita, so hevur Mentamálaráðharrin lýst árið 2021 at vera árið, har vit føroyingar saman seta sjóneykuna á lesingina. Tiltakið kallast FØROYAR LESA.
Vit í Eysturskúlanum hava havt fleiri lesiátøk í skúlaárinum, og ætla nú skipa fyri einum lesiátaki afturat, ið varir frá 3. - 22. mars. Allir næmingarnir úr 1. - 7. flokki eru við í lesiátakinum.
Lesingin hevur alstóran týdning og er grundarlagið undir øllum øðrum lærugreinum, tí seta vit sjóneykuna á lesingina tær næstu vikurnar, og tað gera vit saman. Høvuðsuppgávan er at skapa lesigleðina, so vit natúrliga søkja bókina og lesigleðina og fara at elska at lesa; eisini, tá ið hetta átakið er liðugt.
Tað serliga við hesum átakinum er, at vit hesaferð knýta tvær sakir saman. Tann fyrsta og týdningarmesta er lesingin, sum tekur støði í skúlanum og “FØROYAR LESA” – lesigleðin og hugnalesing eru í hásæti; tann seinna, eitt lítið síðuprojekt, er at stuðla landsinnsavningini hjá “KRABBAMEINSFELAGNUM”, sum verður 27. mars.
Leisturin, vit nýta, er tann, sum vit kanska kenna frammanundan frá ítróttarfeløgum. Hugskotið er, at vit stuðla øllum næmingunum við 50 oyrum fyri hvørja bók, sum verður lisin frá 3.- 22. mars, ella at tit stuðla tykkara barni við eini upphædd, sum tit sjálvi áseta fyri hvørja bók, sum tað lesur í hesar tvær vikurnar.
Tað stendur tykkum sjálvandi púra frítt í at velja, um tit vilja verða við í stuðulsátakinum ella ikki, men í lesiátakinum eru øll við. Fleiri foreldur eiga fleiri børn í skúlanum; tey kunnu velja t.d. at stuðla einum av børnunum ella øllum við eini minni og hóskandi upphædd, sum tit sjálv áseta.
Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til “Krabbameinsfelagið” at stuðla tí góða arbeiðinum, felagið ger fyri føroyingar.
Allur peningurin, sum kemur inn, verður koyrdur í “stórapott”; peningurin verður IKKI eyðmerktur ávísa næminginum. Tankin er, at tað er tankin, ið telur.
Fyri okkum í skúlanum er tað sjálvandi lesingin, sum er í fokus, alt hitt er ein eyka motivatiónfaktorur og ein møguleiki hjá okkum vaksnu at stuðla einari góðari sak.
Sum áður nevnt, so er frítt at vera við ella ikki, men vit vóna sjálvandi, at tit taka væl ímóti tiltakinum.
Tey, sum vilja stuðla, koyra pengarnar í ein brævbjálva, sum flokslærarin fær 24. mars.
GG: Tað snýr seg um at stuðla næmingunum í lesingini; eitt gott hugskot er, at øll lesa í 20 min. saman heima við hús hvønn dag. J Kanska gerst tað ein góður og hugnaligur vani.
Sóleyð Tausen, lesivegleiðari