Íverksetanar- og ferðavinnubreytin

Endamál:

Endamálið við breytini er at geva tær, sum hevur hug at gera hugskot til veruleika, innlit, læring og avbjóðingar. Eisini um tú hevur áhuga í vaksandi ferðavinnuni, er breytin tann rætta.

Hevur tú hug at arbeiða sjálvstøðugt – ja, kanska hugsar um at stovna egna fyritøku, so er  íverksetanar- og ferðavinnubreytin júst til tín.

Innihald

Við støði í føroyska vinnulívinum og í blómandi føroysku ferðavinnuni, arbeiða vit við verkætlanum, sum gera næmingarnar sjálvstøðugar og ábyrgdarfullar. Við verkætlanum, sum eru ógvuliga líkar teim í veruliga handilslívinum.

Tú fært m.a. at vita um:

  • Hvussu tú stovnar egna fyritøku
  • Vinnulívið
  • Ferðavinnuna
  • Samskifti við viðskiftafólk og samstarvsfólk
  • Kundarøkt
  • Marknaðarføring/sølulýsing
  • Ymiskar tættir innan ferðavinnuna
  • Stutt ferðaleiðaraskeið

Tú fært høvi at stíga fram og lýsa egnar verkætlanir.

Starvsleið

At stovna egna fyritøku. Tú ert áhugaður at arbeiða við ferðafólki.

Arbeiði innan sølu-tænastuvinnu ella framleiðslu.