
Lýsing av vallærugreinunum í 8.flokki
framløgan frá kunningarfundi um valini í 8.flokki
- fundur um vallærugreinar 7.flokkur.pptx (2.05 MB)

Framløga um eina stjørnumynd
Tað fyrsta, tú ger, er at presentera teg sjálvan við navni og síðani at fortelja navnið á stjørnumyndini, tú hevur valt.
Í okkara talgildu tíð er vanligt at hava eitt Powerpoint-dokument (PPT), at stuðla upp undir framløguna, men hetta er ikki krav. Um tú brúkar PPT, ansa so eftir, at ikki hava ov nógvar síður (slides); 2-4 síður er hóskandi til longdina á hesi framløguni.
Um tú ikki ynskir at brúka PPT, ber í staðin til at finna eina mynd av stjørnumyndini - her skal tú miða eftir at velja eina greiða mynd, við ikki alt ov nógvum nøvnum og órógvi á.
Í framløguni skalt tú koma inn á, hvar á náttarhválvinum stjørnumyndin er at finna - hvørjar stjørnumyndir liggja kring tína stjørnumynd? Eisini er gott at nevna tær sjónligastu stjørnurnar (NB: summi stjørnunøvn kunnu vera eitt sindur trupul at úttala), og um onkur áhugaverd stjørnutoka (nebula) liggur í tíni stjørnumynd, vilja vit áhoyrarar fegin hoyra um tað :) Tú ert eisini vælkomin at krydra framløguna við onkrari mytologiskari forteljing frá grikkunum ella rómarunum, um tú hevur hug.
Í stuttum:
- Títt navn
- Navn á stjørnumynd
- Hvar á náttarhimmalinum finna vit hana?
- Hvørjar eru tær bjartastu stjørnurnar í myndini?
- Eru nakrar stjørnutokur ella stjørnubreytir at finna í hesi stjørnumyndini?
- Eru nakrar gamlar forteljingar um hesa stjørnumyndina?
Tá tú hevur sniðkað framløguna, vil eg fegin hava eitt kopi sendandi á jm1308s6@skulin.fo
Anfinn - Andromeda
Birita - Auriga (Vognstjórin)
Vár Siri - Cancer (Krabbin)
Andrew - Cassiopeia (Mariurokkur)
Katrin - Cygnus (Svanurin)
Ranja - Delphinus (Delfinin)
Marjun - Gemini (Tvíburðarnir)
Markus - Hercules
Marta - Leo (Leyvan)
Stefania - Orion (Kappin)
Nils - Pegasus
Bjarni - Taurus (Tarvurin)
Agnes - Ursa Major (Stóra Bjørn)