Miðla- og filmsbreytin
Endamál:
At næmingar gjøgnum upplivingar, gerðir og lýsingar skulu menna sín kunnleika at skilja og nýta ymiskar miðlar,
- at næmingar læra at arbeiða við keldutilfari og at gera kanningar.
- at næmingar duga at greina og gera film.
Innihald:
Samskifti og miðling – Facebook, Instagram, Snapchat, Twitter, internet, útvarp, sjónvarp, bløð og lýsingar.
Arbeitt verður við:
- filmum, myndum, video og ljóði
- talgildum ljóð- og videoframleiðslum
- upptøkuteknikki, studioupptøkum/on location
- multimediu framleiðslum
- at vera leikstjóri í einum stuttfilmi ella gera tín egnu lýsing til sjónvarp
- at kenna munin millum undirhaldssendingar og dokumentarsendingar
- vitja Kringvarpið og Klippfisk umframt at vit vitja onnur støð, ið eru tengd at filmi, list og drama.
Starvsleið:
Breytin er fyri teg, ið hevur áhuga fyri framleiðslu á nýggju miðlunum, tíðindaflutningi, gera film og at arbeiða við kunningartøkni.