Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

03/01/2021

Innskriving í 1.flokk í Eysturskúlanum

Innskriving í 1.flokk í Eysturskúlanum, skúlaárið 21/22, er nú opin. Innskrivingin er opin millum 16/12 2020 og 16/1 2021.

Tórshavnar kommuna skrivar soleiðis:
"Í ár gongur innskrivingin í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Talgilda innskrivingin ber millum annað í sær, at tú sum foreldur mást bíleggja tær MinLykil og MínBoks frammanundan.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av børnum í skúlarnar. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn freistin er farin. Innskrivingarfreistin er 17. januar 2021".

Tórshavnar kommuna hevur gjørt eina stutta vegleiðing, ið greiðir frá, hvussu tit bera tykkum at við at skriva barnið inn í skúlarnar.

Leinkjan til innskrivingina er:

https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/skuli/skriva-inn-i-skula/

Vinarliga
Eyðna Magnussen, skúlastjóri