Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

19/02/2021

ListaMeldur og Listabreytin í starvsvenjing

Í samband við ListaMeldur, ið er eitt nýtt tiltak, sum varpar ljós á børn,ung og myndlist, hevur lærarin á Listabreytini, Henny Dánialsdóttir, fingið næmingarnar á Listabreytini í starvslæru hjá fólkunum aftanfyri Live Art.


Næmingarnir hava síðani mikudagin, verið við til at fyrireika eina øðrvísi listauppliving í Norðurlandahúsinum. Ein starvsvenjing, sum er heldur øðrvísi enn vanligt, og ikki minst, sera spennandi hjá hesum ungu næmingunum í Nám X.


 Hoyr samrøðuna við Hallu, Silju og Rebekku í var í Góðan morgun Føroyar í KVF her. Samrøðan byrjar tá uml. 7 min eru farnir. 

https://kvf.fo/gmf?sid=120543