Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

23/05/2021

Vit søkja eftir lærarum og námsfrøðingum til serflokk

Eysturskúlin søkir eftir tveimum lærarum og tveimum námsfrøðingum til Serflokk heimahoyrandi í Eysturskúlanum. Núverandi staðseting fyri Serflokkin er Lonin í Hoydølum.

Vit søkja eftir tveimum lærarum, har setanarbrotið fyri annað lærarastarvið er 1,0 og fyri hitt umleið 0,9. Størvini tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2021/22, við møguleika fyri fastari setan.

Setanarbrotið hjá námsfrøðingunum er uml. 0,85 svarandi til uml. 1530 árstímar. Annað starvið er til fasta setan; hitt starvið er tíðaravmarkað fyri skúlaárið 2021/22, við møguleika fyri fastari setan.

Starvsfólkini, ið sett verða, verða partur av sjálvstýrandi toyminum í serflokkatilboðnum.

Í Serflokkatilboðnum í Eysturskúlanum fara, skúlaárið 2021/22, væntandi at vera 9 næmingar, sum ganga í 1. – 3. flokki.

Høvuðsuppgávan í serflokkinum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina og skúladagin hjá næmingunum. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi og samráði við sjálvstýrandi toymið, ið er um serflokkatilboðið.

Arbeitt verður út frá einstaklinga læruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá næminginum. Uppgávan er eisini at integrera næmingarnar í Serflokkinum í skúlaflokkarnar í Eysturskúlanum.

Førleikakrøv:

Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari ella námsfrøðingur. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við menningarórógvi ella líknandi avbjóðingum.

Umframt hetta, ynskja vit lærarar, ið kunnu undirvísa í føroyskum, støddfrøði, heimstaðarlæru, ítrótt og kristni í 1.-3.flokki.

Vit ynskja:

Lærarar og námsfrøðing sum:

· duga væl at samstarva og samskifta

· vilja menna seg sjálvan og serflokkatilboðið

· sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga

· vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagskapin

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, frammanundan er tænastumannasettur lærari.

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Annað starvið sum námsfrøðingur er eitt fast starv.

Annað starvið sum námsfrøðingur verður sett sum sáttmálasett starv og verður lønt sambært avtalu millum Føroya pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 13, 15, 17, 19 og 21.

 

Umsóknir, við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu vera skúlastjóranum í Eysturskúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7.juni 2021 kl. 12.00.

Umsóknin skal stílast til skúlastjóran við telduposti: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Eyðnu Magnussen, skúlastjóra, á telefon 214755.

 

Serflokkurin í Eysturskúlanum hevur tvey ár á baki og er beint nú staðsettur í Lonini í vøkru náttúrperluni í Hoydølum.

Ætlandi flytir serflokkurin í Eysturskúlan komandi skúlaár.

Í Serflokkinum ganga í løtuni 6 næmingar í 1.-3.flokki.

Tey, ið sett verða, gerast partur av starvsfólkahópi Eysturskúlans.

Í Eysturskúlanum starvast uml. 65 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, húsavørðar, leiðsla, skrivstovufólk og reingerðartoymi.

www.eysturskulin.fo