Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

23/05/2021

Vit søkja eftir námsfrøðingum

Kundi tú hugsað tær at roynt at gingið nýggjar leiðir og roynt teg sum námsfrøðing í fólkaskúlanum, so hevur tú møguleika at søkja spennandi starv sum námsfrøðingur í Eysturskúlanum.

Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum at starvast antin í grund- mið- ella hádeild.

Bæði størvini hava setanarbrotið 0,7.

Vit søkja námsfrøðingar, sum undir ábyrgd leiðslurnar og í samstarvi við onnur geva sítt íkast til at menna námsfrøðilig átøk, har tað er tørvur á teimum.

Starvið snýr seg um saman við lærarum og øðrum námsfrøðingum at skipa skúladagin og stuðla næmingum, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum.

Tað hevur týdning at duga at samstarva og at vera opin fyri broytingum í starvsinnihaldinum, alt eftir tørvinum hjá næmingum og skúla.

Førleikakrøv

Umsøkjari skal hava prógv sum námsfrøðingur; tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.

Viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur. Søkir eingin námsfrøðingur størvini, kunnu aðrir umsøkjarar setast í tíðaravmarkað starv sum hjálparfólk skúlaárið 2021/22.

 

Vit ynskja námsfrøðingar sum:

· duga væl at samstarva og samskifta

· vilja menna seg sjálvan og námsfrøðiligu tilboðini í skúlanum

· sýna næmingum sín eldhuga og virðing

· vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagskapin

Størvini sum námsfrøðingar verða sett sum sáttmálasett, tíðaravmarkað skúlaárið 2021/22. Størvini  verða lønt sambært avtalu millum Føroya pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 13, 15, 17, 19 og 21.

Umsóknir, við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu vera skúlastjóranum í Eysturskúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7.juni 2021 kl. 12.00.

Umsóknin skal stílast til skúlastjóran við telduposti: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Eyðnu Magnussen, skúlastjóra, á telefon 214755.

 

Í Eysturskúlanum ganga komandi skúlaár uml.460 næmingar. Starvsfólkini eru uml. 65 í tali.

Eysturskúlin byggir at hesi virði:

Trivnaður
Dygd í undirvísingini
Reglusemi
Bindandi samstarv í lærandi felagsskapi
Siðvenjur
Gleði