Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

24/05/2021

Nýggj koronastøða!!

Góðu starvsfólk, næmingar og avvarðandi.

Nýggja koronastøðan í landinum krevur at vit gera tillagingar í skúlanum.  Vit hava nú fingið útmelding frá Undirvísingarstýrinum, sum hevur fundast við heilsumyndugleikarnar um, hvussu farast skal fram komandi dagarnar.

1.

Próvtøkan í NámX víðkað er útsett til hósdagin, 27.mai (støddfrøði) og fríggjadagin, 28.mai (enskt).

2.
Próvtøkan hjá 9.flokki heldur fram sum ætlað. Próvtøka er í støddfrøði (týsdagin) og enskum (mikudagin). Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum taka fráfaringapróvtøku (9.fl) og ganga í Nám X.

Ongin broyting er um tíð og stað hjá 9.a,b og d. Næmingar møta til avtalaða tíð og á avtalaðum stað. (Skúlahøllin).

Næmingarnir í Nám X, fráfaring, møta í Fimleikarhøllini kl. 8.00. Tey ganga inn gjøgnum hurðina til Fimleikarhøllina frá Tórgarðsgøtu.

Allir næmingarnir verða settir við størri frástøðu.

Viðmerkjast skal, at næmingar, sum eru sendir í sóttarhald, eru at meta sum sjúkir og fara til sjúkraroynd, tá ið hon verður.

3.
Vit fara aftur til flokseinsemi.

Tað merkir eisini, at vit í fríkorterunum halda okkum til okkara egna flokk.
Tó kunnu starvsfólk ferðast millum aldursbólkar sambært tímatalvu, men minnast til at spritta væl, tá vit flyta okkum millum flokkarnar.


Vit vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla, og tá vit fara út í fríkorter og koma inn úr fríkorteri og undan hvørjari máltíð í skúlanum.

4.

Eingin vitjandi skal inn á skúlan í skúlatíð hesa komandi vikuna ella til onnur boð koma.
Tað er eisini galdandi fyri foreldur, ið bara kunnu fylgja sínum børnum til dyrnar.

5.
Næmingar og starvsfólk, ið hava sjúkutekin, mugu ikki koma í skúla fyrr enn negativ koronatest fyriliggur.

6.
Øll boð til skúlan um sóttarhald ella positivar testir millum næmingar skulu fara gjøgnum flokslæraran hjá tykkara barni, sum so boðar leiðsluni frá.

 

Blíðar heilsanir

Eyðna Magnussen, skúlastjóri