Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

15/06/2021

PRÓGVHANDAN 2021 - Broyting!!

Prógvhandanin hjá 9. flokki verður hósdagin 17. juni kl. 15.00 í skúlahøllini í Eysturskúlanum, og prógvhandanin hjá NámX verður hósdagin 17.juni kl. 17.00 í Høllini á Hálsi.

Prógvhandanin hjá Nám X er sostatt flutt í Høllina á Hálsi; har er betri pláss.

Umframt, at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur.

Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin.

Eisini bjóðar skúlin ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið.

Av tí at smittutilburðirnir hava serliga verið millum ung fólk, siga koronatilmælini, at vit skulu halda fjarstøðuna, so fólk ikki er tætt saman undir handanini.

Hetta hevur við sær, at hvør næmingur kann taka tveir næstringar við til prógvhandan.