Rørslu- og trivnaðardagar í miðdeildini
08/09/2021
Frá týsdegnum til og við fríggjadegnum, eru rørslu- og trivnaðardagar í miðdeildini. Í regninum týsdagin gingu tey túr og vóru gjøgnumbloytt, men vælnøgd, tá tey komu aftur í skúlan.
Mikudagin var ítróttur á skránni, og av tí at veðrið ikki var batnað og tað var heldur vátt, gjørdu lærararnir skjótt av og fingu spjótkast, longdarlop, stafettir og annað at rigga innandura. Tað var lív í hvørjum króki í miðdeildini.
Ítróttardagurin endaði við at øll, næmingar og lærarar, dansaðu line-dans í skúlahøllini. Filmsbrot frá dansinum liggja á Facebooksíðuni hjá Eysturskúlanum, har eisini onnur brot frá degnum eru.
Myndir eru á leinkinum niðanfyri:
https://eysturskulin.fo/?p=428
Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági.
Tey sleppa…
15/04/2024
Landsroyndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.
Á leinkinum er kunning um landsroyndina:
https://eysturskulin.fo/kunning
h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini.
Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru.
Mynd…