Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

09/10/2021

Ynskir tú vera partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, so er møguleikin her

Søkt verður eftir lærara til Eysturskúlan.

Vit søkja eftir lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv frá 25.10. 2021 – ella skjótast møguligt eftir tað. Starvið endar á sumri 2022.

Tann, ið settur verður, skal kunna undirvísa onkrum av hesum lærugreinunum: støddfrøði, alisfrøði, náttúru- og tøkni og lívfrøði – starvið fevnir um miðdeild, hádeild og møguliga NámX. Tað er ynskiligt, at umsøkjarar hava góðan KT-førleika.

Undirvísingartímatalið er uml. 15 tímar um vikuna. Endaligi setanarbrøkurin verður væntandi uml. 0,65. Starvið er leyst vegna broytingar í leiðslusamansetingini, har lærari fer at røkja hálvt leiðslustarv vegna barnsburðarfarloyvi.

Tann, ið settur verður skal:

· virka eftir virðum skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd, treystleiki og forvitni at læra

· undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans

· duga væl at samstarva – Eysturskúlin arbeiðir í PLF-samstarvi, sum er fakligt samstarv      og faklig menning millum lærarar.

· vera fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum

· vera við til áhaldandi at menna skúlan

· vera stundisligur og nærlagdur

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving ella er í holtur við læraraútbúgving.

Starvið verður sett sum sáttmálasett tíðaravmarkað starv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Meira fæst at vita um starvið frá skúlastjóranum, Eyðnu Magnussen á tel. 214755.

Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. oktober kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast til eydna.magnussen@skulin.fo