Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

04/11/2021

Koronatilmæli - NÁM X galdandi til 26. nov. 2021

1. Undirvísingin í NámX verður framvegis skerd, og skulu næmingarnir bert møta til Breyt 2 og til tímarnar í føroyskum, enskum og støddfrøði (grundstig, hástig og Cambridge). Eisini verður undirvíst í Førleikamenning.

2. Eingin undirvísing er á breyt 1 og í vællærugreinunum alisfrøði, evnafrøði, framløguteknikki, samtíð, tilveru og hugaítrótti. 

3. Næmingarnir skulu ikki brúka høvuðsdyrnar, tá teir møta til vallærugreinarnar, men ístaðin fara í stovurnar gjøgnum brandhurðarnar. Næmingarnir skulu vera í stovunum til undirvísingin er liðug og so fara beinleiðis heim, eisini gjøgnum brandhurðarnar. Endamálið er, at felagshølið ikki verður brúkt at hittast í hesa komandi vikuna.

4. Breyt 1 – lærararnir geva næmingarnar boð um, hvar og hvussu teir møta til breyt 2 undirvísingina, sum er mánadag og hósdag.
 

5. Næmingarnir verða bidnir um at vísa góðan atburð viðvíkjandi frástøðu, reinføri og annars fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.

Nærri kunning til næmingarnar kemur frá lærarum á Breyt 2