Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

15/11/2021

Undirvísingin hesa vikuna; til 26.nov. 2021

Góðu næmingar, starvsfólk og foreldur

Henda vikan, vika 47,í skúlanum líkist undanfarnu viku.

Vit fara framhaldandi at hava flokkarnar atskildar í øllum deildum.

Vanliga tímatalvan er galdandi, tó við undantaki av p-fakunum og ítrótt, sum verður skipað eitt sindur øðrvísi, men tímarnir verða lisnir.

Tímarnir í hádeildini, har næmingar ganga tvørturum floksmørk, eru avlýstir. Tað snýr seg um týskt, alis-/evnafrøði, køk, smíð og flogbólt. Eisini eru ítróttatímarnir i 8.flokki og 9.flokki avlýstir.

Næmingar skulu ikki nýta felagsøkini inni. Í fríløtunum eru næmingarnir í síni floksstovu ella úti.  

Skúlagarðarnir í grund- og miðdeildini eru býttir upp, og flokkarnir vita, hvørji øki, teir eiga.

Eingin morgunsangur ella størri foreldrafundir verða hildnir, so leingi vit hava gula koronatilbúgving.

Viðvíkjandi sóttarhaldi; tað er landslæknin, sum í hvørjum einstøkum føri tekur avgerð um einstakar næmingar, starvsfólk og bólkar.

Eru spurningar, so eru tit vælkomin at venda tykkum til mín á eydna.magnussen@skulin.fo ella á tlf. 214755.

Vinarliga

Eyðna Magnussen, skúlastjóri