Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

10/12/2021

Komandi vika í Eysturskúlanum

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi

Landstýrismaðurin í skúlamálum hevur boðað frá, at nú tilmælini í samband við korona eru herd, fara skúlarnir í jólafrí fyrr enn ætlað.

 

Skúlagongdin í Eysturskúlanum í næstu viku, 13.desember - 15.desember verður tískil tillagað soleiðis: 

MÁNADAGIN 13. desember 2021:

Floksbyrgi í øllum skúlanum. Vit fylgja tímatalvuni. Valfakstímarnir í 8.flokki og ítróttatímarnir í 9.flokki eru avlýstir.

TÝSDAGIN og MIKUDAGIN niðurleggja vit vanligu tímatalvurnar, og flokstoymini skipa fyri innihaldinum í degnum hjá næmingunum, 

Næmingarnir í 1., 2. og 3.flokki eru í skúla ta tíðina, tey eiga at vera í skúla. (til kl.11.20 ella 12.35) Frítíðarskúlin heintar næmingarnar í 1. og 2.flokki, sum vanligt!

Næmingarnir í 4., 5. og 6.flokki fara til hús kl. 12.35.

Næmingarnir í 7., 8. og 9.flokki fara til hús kl. 13.30 mánadagin og týsdagin. Mikudagin fara næmingarnir heim kl. 12.35.

Frá hósdegnum,16. desember, til og við týsdagin, 21. desember 2021, er Eysturskúlin og Frítíðarskúlin Smílibýlið opin í neyðugunum vavi fyri teimum børnum, ið ganga í grund- og møguliga miðdeild, og har eingin onnur ansing er møgulig. 

Hava foreldur tørv á hesum tilboði í millum kl. 08:00 - 12:00, skulu tey venda sær til Eyðnu Magnussen, skúlastjóra, á tlf. 214755 og/ella til Allan Mortensen, stovnsleiðara, á tlf. 210045, um foreldur hava tørv á "neyðansing" millum kl. 12:00 - 17:00.

Foreldur verða biðin um at siga frá sum skjótast og í seinasta lagi týsdagin 14. desember 2021 kl. 16:00, um tey hava tørv á "neyðansing".

Onnur siðbundin jólatiltøk:

Jólaleikurin hjá 5.flokki verður sýndur fyri einstøkum flokkum í grunddeildini  undir væl skipaðum viðurskiftum, sum fylgja tilmælunum. Leikurin verður eisini tikin upp, so onnur eisini sleppa at síggja leikin. 

Almenna og hugnaliga jólahaldið fyri foreldur og onnur er avlýst. Foreldur í 5.flokki frætta frá flokslæraranum.

Kirkjugongdin er avlýst, men sagt verður, at Nám saman við KvF arbeiða við at skipa fyri stroymdari jólaguðstænastu fyri allar skúlar í landinum. Meira verður at frætta seinni.

Siðvanda jólatræshaldið við søgu, dansi, sangi og leiki er avlýst. Næmingarnir fáa tó, eins og vanligt er, ein jólapakka frá skúlanum, áðrenn teir fara í jólafrí mikudagin,15.desember.