Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

05/01/2022

Vit søkja eftir reingerðarfólki

Tórshavnar Kommuna søkir eftir reingerðarfólki at vaska í Eysturskúlanum.  Starvið er tímalønt. Søkt verður eftir fólki at seta skjótast møguligt. 
 
Starvið umfatar dagliga reingerð av skúlanum, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið. 
 
Vit sóknast eftir reingerðarfólki við áræði, framfýsni og dirvi at náa settum málum. Tað er ein fyrimunur at vera opin og duga at samstarva við børn og ung. 
 
Starvið er 5 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna; tilsamans 25 tímar um vikuna. 
 
Vaskað verður í størstan mun, meðan næmingarnir eru í skúla. 
 
Í Eysturskúlanum arbeiða uml. 65 starvsfólk, lærarar, námsfrøðingar, skrivstovufólk, reingerðarfólk og húsavørðar. Í skúlanum ganga uml. 500 næmingar. 
 
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. 
 
Umsóknir skulu verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. januar 2022 kl. 12.00 og verða sendar til: 


Tórshavnar Kommunu 
Snarskivan 
100 Tórshavn 
Ella í teldubrævi til torshavn@torshavn.fo  
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Signhild Festirstein á tlf. 229122