Faldari um HPV
- faldari_hpv_m65.docx (2.43 MB)
1
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
Brestis kvæði
Árla var um morgunin,
sólin roðar í hav,
Beinir gekk í skálan inn,
sum Brestir sterki svav.
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skín so fagurliga,
komið er hægst á summarið.
2. "Statt upp Brestir, bróðir mín!
sól í skorar gyllir,
eingin blæsur vindur á vág,
og sjógvurin er stillur.
3. Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga."
4. Tóku bond og bjargalínur,
gyrdu svørð við belti,
gingu so til strandar oman,
dreingir tveir teir eltu.
5. Mælti tað Sigmundur Brestisson,
vetrar var hann níggju:
"Eg skal út á Lítlu Dímun
hin villa veðr at síggja."
6. Svaraði Tórir Beinisson,
á tólvta ári var:
"Faðir, fert tú á Dímun út,
lat meg fylgja tær!"
7. "Hvat skulu tit á Dímun gera,
har eru stíggir trongir,
langir eru teir loftskútar,
og lágir eru tit dreingir."
8. Svaraði Sigmundur Brestisson,
snimma vaks hans hugur:
"Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!"
9. "Satt hann sigur, sonur mín,"
Brestir tók til orða,
"eingin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða."
10. Tóku bát úr tøttum neysti,
rangt var teimum sjógvað,
dreingir settust á rengur niður
og høvdingar at rógva.
11. Løgdu teir at oynni inn,
bátin upp teir drógu,
gingu so í bergið fram,
sum brattar rásir lógu.
12. Fótafimir og klófastir,
óttaðust ei nakað,
lupu lætt um leysar upsir
styggan seyð at taka.
13. Fimm hundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
svart var alt sum kolamógvur,
eyðkent slag tað var.
2
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
14. Stygt og kvikt sum villur fuglur,
vártreyst út av lagi.
So er sagt, at hvalbingar,
teir tóku av alt slagið.
15. Tykir mær tað harmiligt
at fara so um fæ;
fyrnsta seyð, í Føroyum var,
meg lysti enn at sæð.
16. Fullvæl dugdu høvdingarnir
vargaseyð at veiða,
gingu so at báti oman,
fongin við sær leiða.
17. Hildu fram at Stóru Dímun,
vildu vinna heim,
síggja trinnar miklar skútur
sigla mótur teim.
18. Albrynjaðar tríggjar tylvtir
taldu teir á førum;
glitra spjót og gyltir hjálmar,
sólin skein á svørðum.
19. Brestir mælir orðum hátt,
gott var í honum evni:
"Fullvæl kenni eg seglini
og gylta drekastevnið.
20. Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
hvat ráð skulu vit taka?
Hasir eru garpar teir,
ið okkum ætla at saka.
21. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðan Gøtutróndur;
áðrenn økt at enda er,
elvist leikur óndur.
22. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðstur siglir Bjarni;
áðrenn sól í havið setir,
blóðgast okkurt jarnið.
23. Skjótt so ber teir sjóvarfallið,
lagnan gerst so skeiv,
náddu vit at Rakhellu
og komu upp í Kleiv,
24. komu vit í stíggin upp,
vit kundu hann væl verja,
høgdu niður hetjur tær,
ið tordu á at herja."
25. Svaraði hartil Beinir sterki,
í royndum var hann góður:
"Vit skulu halda at oynni inn,
og taka ein harðan róður.
26. Haldum fram mót næsta nesi!
Kunnu vit landi ná,
ikki skulu teir rósa av,
teir lættan sigur fá!"
27. Hildu teir mót oynni inn,
herskip aftaná;
sóust rógva kappar tveir,
so hvíta mjøll dreiv frá.
28. Armar orna, andlit rodna,
spennast sterkar spengur;
árar bogna, homlur togna,
skúmið dreiv um rengur.
29. Rokið stóð um æsing inn
sum vestanveður hvast,
rendu so at fjørusteini,
at barkabandið brast.
3
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
30. Sigmundur og Tórir ungi
vóru ikki seinir,
lupu teir á landið upp,
Brestir og so Beinir.
31. Hildu teir at hellu fram,
sum hamarsklettur var,
lyftu upp so dreingirnar
og settu niður har.
32. "Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
her skal stríðið standa,
onkur skal til heljar fara,
áðrenn vit hava andað!
33. Tú skalt taka suðursíðu,
høgt er har at herja;
eg skal standa norðanvið,
har verri er at verja."
34. Havgrímur og Bjarni bóndi
fram mót hamri fara,
Tróndur við sínum fylgisveinum
reikar runt í tara.
35. Roynast vildu reystir dreingir,
skjótt teir atsókn veita,
brøður høgga fast og hvast,
teir renna flógvan sveita.
36. Brøður kundu brandar beita,
kendu væl til leikir;
reyðir gjørdust brynjuringar,
kjálkar gjørdust bleikir.
37. Eldur reyk úr eggjateinum,
stál mót stáli smellir,
fimm so fullu kroppar niður,
heilin støkk um hellur.
38. Beinir tveir til heljar hjó,
og tríggjar Brestir sterki;
ota undan allir aðrir,
gleðast ei við verkið.
39. Reiður var tá Havgrímur,
hann sær mót Tróndi vendir:
"Hví manst tú sum fjøruseyður
reika runt um strendur!
40. Til tess gav eg tær ognir mínar,
tú skuldi í víggið ganga;
hví letur tú og alt títt lið
svørð í slíðrum hanga?"
41. Vitugur var Gøtutróndur,
ikki treyt honum svar:
"Mikið vilt tú manntal hava
til skotbjálva hjá tær.
42. Kappa manst tú kalla teg,
dólgur ert tú av sonnum,
kanst tú ikki við tógva tylvtum
vinna á tveimum monnum!
43. Heysta manst tú harm og háð,
tað spyrst um leið so langa,
liðið leyp á tógva menn
og mátti aftur ganga.
44. Vilt tú millum manna metast,
og bilar tær ei hugur,
fyrstur gakk á klettin upp,
og vís so, hvat tú dugir!"
45. Argur gjørdist Havgrímur,
ilskan vaks um mótið,
rendi hann mót Bresti upp
og legði til við spjóti.
4
Eysturoyar dansifelag eystdans.dk
46. Spjótið gleið í miðju inn,
stál í indrum lendi;
Brestir gjørdi eitt avreksbragd,
hann banasár sær kendi.
47. Trýsti hann seg á stungu fram,
blóð úr beni oysti,
høgdi so til Havgrím sterka,
øksl og arm hann loysti.
48. Deyður dettir Havgrímur
og Brestir omaná.
Beinir berjist menniliga,
tó hann falla má.
49. Tóri runnu tár á kinn,
harðnar Sigmunds sinni:
"Grátum ikki frændi mín,
vær goymum væl í minni!"
50. Tróndur trínur á válin fram,
væl kundi hann orðum greiða:
"Ikki vinst á hvørjum vetri
í Valhøll betri veiða.
51. Hoyrast mugu hetjur hesar
hart um Bifrøst fara; -
doyggja má hvør menskur maður,
tó ein mansins æra.
52. Ei man vera hildarleikur
lokin enn at enda,
taka skulum vær dreingirnar
og sama veg teir senda!"
53. Sveinur svørð úr slíðrum dregur;
Bjarni fram sær skundar:
"Tykir mær so vont eitt verk
at drepa børn sum hundar.
54. Njóta skulu dreingirnir
grið ímillum manna."
Mongum líkar bjarna orð,
men Tróndur mælir annað.
55. "Vísur maður er fyrivarin; -
høggið tit dreingirnar niður!
Vaksa teir upp til valamenn,
so býðst okkum eingin friður."
56. Ilskur gjørdist Bjarni tá:
"Verði tú vargur í ve!
Ikki skulu tit dreingirnar drepa
heldur enn sjálvan meg!"
57. "Ikki var hatta vilji mín,"
Tróndur orðum vendir,
"bara vildi eg royndir freista,
hvørt tykkara hugur stendur.
58. Bjóða skal eg teim kostir teir,
ið væl mugu eitast góðir,
sjálvur vil eg teir fostra upp
og læra teir sið og lógir.
59. Kenna teim ítrótt og vápnaleikir,
skaldamál og søgu."
Øllum teim á válinum stóðu
líkti nú Tróndar røðu.
60. Heiðurliga teir høvdingarnar
jarða undir fløtu.
Tróndur tók so dreingirnar
og førdi norð í Gøtu.
Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (1879-1956).
Kvæðið stóð í 9. bindi av Varðanum (1929).
Mikkjal yrkti 11 onnur kvæðir, men tey eru lítið og
einki kend.
https://eystdans.dk/wp-content/uploads/Kvaerdir/BrestisKvaji.pdf
Kavadagur
Ein deiligur dagur í góđveđrinum í dag.


















































Smákøkur
Í dag vóru vit í køkinum og bakađu smákøkur. Tey vóru so ótrúliga røsk og dugnalig. So hetta royna vit aftur:-)



























Góðir miðlavanar
- Innbjóðing - Góðir miðlavanar.docx (69.32 KB)
Mín teldupost bústađur:
margretha.z.hammer@skulin.fo
Tlf: 004542529520
Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið
- uppstillingarlisti.docx (12.05 KB)
Kunning um Klaksvíkstúrin
- Klaksvíks túrurin.docx (15.96 KB)
Skúlastýrisval
- Skúlastýrisval bræv næmingar.docx (29.73 KB)
Skriv frá Javna um systkinabólkar
Foreldraviðtalur í 3. flokki
Kl. 14.00 Sebastian
Kl. 14.15 Dagmar
Kl. 14.30 Helena
Kl. 14.45 Eiri
Kl. 15.00 Ragnar
Kl. 15.15 Fríðbjørg
Kl. 15.30 Hanna
Kl. 15.45 Baltasar
Kl. 16.00 Monika
Kl 16.30 Freia
Kl. 16.45 Elisabeth
Kl. 17.00 Pætur
Kl 17.15 Naja
kl. 17.30 Bartal
kl 17.45 Bjørk
Kl. 18.00 Antonia
Kl. 18.30 Sára
Kl. 18.45 Petur
Kl 19.00 Róaldur
Kl. 19.15 Marý
Kl. 19.30 Lydia Maria
Børnini skulu ikki við til viðtaluna
Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um. Vinaliga sigið frá í telduposti ella telefonboðum, um tit býta um tíð.
Joan – teldupostaadressa: joan.johannesen@skulin.fo telefon: 787262
Vinarliga Bogi og Joan
Góðu foreldur
Nú er fyrsta vikan farin aftur um bak, og eru vit komin væl í gongd.
Tey hava fingið onkran nýggjan lærara og eisini onkra nýggja lærugrein. Í ”Handaverk og List” og ”Kristni” hava tey fingið Beintu J. Petersen.
Viðvíkjandi tilmælum, so fylgja vit sum frægast somu mannagongdum, sum vit høvdu undan summarfrítíðini; vaska og spritta hendur, ganga beinleiðis inn gjøgnum brandhurðina í floksstovuna, og um vit hava sjúkueyðkenni, koma vit ikki í skúla, men boða flokslæraranum frá. Myndugleikarnir mæla somuleiðis til “flokseinsemi”; tað er, at vit helst bara eru saman við floksfeløgum í skúlatíðini.
Eins og undanfarin ár, brúka vit vikuætlanina á heimasíðuni, www.eysturskulin.fo, og har verða skúlating, kunning, myndir o.a. viðkomandi tilfar lagt út. Vit vænta, at tit fylgja væl við í vikuætlanini.
Tað er sera umráðandi, at tit hvønn dag hava øll neyðug amboð og bøkur við í skúla. Í pennahúsanum eiga altíð at vera: blýantar, spískari, viskileður, linjuál, saksur, límstift og litblýantar. Dansktbókin skal bindast inn.
Viðvíkjandi telefonum hjá næmingunum:
Tað er ikki loyvt at hava nýta telefon í skúlatíðini. Telefonin kann verða við í skúla, um hon einans liggur sløkt í taskuni. Um tit á ein ella annan hátt noyðast at fáa fatur á barni tykkara, kunnu tit venda tykkum til flokslæraran.
Vónandi fáa vit øll eitt gott og læruríkt skúlaár í 3. flokki.
Blíðar heilsur
Joan & Bogi
Tímatalva vika 19
- Brotintímatalva vika 19.docx (597.00 KB)
Tímatalvan vika 18
- Brotintímatalva vika 18.docx (656.76 KB)
Tímatalvan vika 17
- Brotintímatalva vika 17.docx (659.88 KB)
Síðsta kunningin, aðrenn mánadagin
- Síðsta kunningin.docx (15.04 KB)
Kunning um skúlagongdina í komandi viku
Standardskriv frá undirvísingarstýrinum
Góðu tit
Mánadagin, 20.apríl, kunnu næmingar í 1., 2. og 3.flokki koma aftur í skúla, um foreldrini hava tørv á tí. Næmingarnir møta tó ikki einum vanligum skúladegi. Næmingarnir fara at verða skipaðir í bólkar, soleiðis at smittuvandin skal vera so lítil sum gjørligur. Skúlatíðin er frá kl. 8 - 12. Fyri at skipa skúladagarnar so væl sum gjørligt, so er ein fyritreyt, at vit vita, hvørji børn koma í skúla ella ikki koma í skúla. Vit skipa og fyrireika eina viku í senn! Vinarliga svari leinkjuni niðanfyri. Tit verða biðin um at svara í seinasta lagi hósdagin 16.apríl kl. 12.00.

Góðu tit í 2.flokki
Nú fara vit í páskaferiu; njótið hana saman við húskinum. Eg má siga, at eg eigi ikki orð fyri, hvussu røsk tit hava verið, nú tit hava verið heima í skúla.
Hvussu tað verður aftaná páskir, veit eg ikki enn, men so skjótt eg veit okkurt, leggi eg tað á heimasíðuna hjá skúlanum. www.eysturskulin.fo
Gleðiligar páskir ynski eg tykkum.
Eyðna Magnussen, skúlastjóri
Føroyskt
- Brotintímatalva vika 14.pdf (227.70 KB)
- Ongar fílur
- Kunning til barnafamiljur.pdf (144.76 KB)
- Plakat.png (263.90 KB)
Tímatalva fyri viku 13
- Brotintímatalva vika 13 (4).pdf (188.75 KB)
Brotintímatalva vika 12
- Brotintímatalva vika 12.pdf (137.91 KB)
Ringla, leita og skriva
- ringla, leita og skriva (1).docx (102.17 KB)
Finn navnorð og sagnorð
- Navnorð og sagnorð.pdf (36.38 KB)
Genta/drongur
- Genta og Drongur.pdf (61.45 KB)
Kunning
Kunning frá Undirvísingarstýrinum og Eysturskúlanum, galdandi frá mánadegnum 16.mars og tvær vikur fram.
Góðu foreldur
Skúlarnir og frítíðarskúlarnir hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.
Hesi foreldur skulu venda sær til skúlaleiðsluna, tlf. 214755 skjótast møguligt við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er at skipa tilboð frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir.
Blíðar heilsanir
Eyðna Magnussen, skúlastjóri
Eysturskúlin
tlf. 214755 | eydna.magnussen@skulin.fo
tlf.302540 | www.eysturskulin.fo |
Foreldraviðtalur í 2. flokki
Foreldraviðtalur verða týsdagin 17. mars í floksstovuni hjá 2. flokki. Børnini eru ikki við til viðtalurnar.
Kl. 14.00 Adam
Kl. 14.15 Róaldur
Kl. 14.30 Helena
Kl. 14.45 Sebastian
Kl. 15.00 Fríðbjørg
Kl. 15.15 Ragnar
Kl. 15.30 Eiri
Kl. 15.45 Røskva
Kl. 16.00 Monika
Kl 16.30 Freia
Kl. 16.45 Elisabeth
Kl. 17.00 Pætur
Kl 17.15 Naja
kl. 17.30 Hanna
kl 17.45 Dagmar
Kl. 18.00 Petur
Kl. 18.15 Sára
Kl. 18.30 Baltasar
Kl. 18.45 Lydia Maria
Kl. 19.00 Bartal
Kl. 19.15 Petur
Kl. 19.30 Bjørk
Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um. Vinaliga sigið frá í telduposti ella telefonboðum, um tit býta um tíð.
Joan – teldupostaadressa: joan.johannesen@skulin.fo telefon: 787262
Vinarliga Bogi og Joan
Kunning til foreldur
- kunning foreldur.docx (14.84 KB)
Faldari um skrubb
- Faldari um skrubb (2).pdf (322.97 KB)
Kunning um frídagin 18. februar
- læraradagur 18.februar.docx (11.83 KB)
100-daga-veitsla
- Bræv um 100-daga-veitsluna (3).docx (13.89 KB)
Spælibólkar januar 2020
- Spælibólkar januar 2020.docx (13.95 KB)
Søgukapping
- Jólini nærkast í hvørjum2019.docx (1.43 MB)
Góður foreldur
Sum eina roynd at betra um ferðslutrygdina hjá okkara yngstu næmingum, fara vit eftir heystfrítíðina at steingja portrið í Lítlagarði; portrið, sum gongur beint út á vegin (ovasta partin av Tórgarðsgøtu). Tað kemur onkuntíð fyri, at næmingarnir renna beint út úr garðinum, og tá eru tey beint úti á vegnum; og um morgunin er nógv ferðsla á hesum økinum; børnini eru smá og síggjast ikki altíð so væl.
Børnini skulu nú ístaðin brúka portrið, sum vendir vestureftir (niðan ímóti grøna økinum og spælitorninum omanfyri skúlan)
Vit royna hetta fyrst í 14 dagar, og so eftirmeta vit, um vit skulu lata portrið uppaftur, ella at hetta var ein góð loysn.
Tit, foreldur, eru hjartaliga væl komin at siga, hvat tit halda, tá ið vit hava roynt hetta í 14 dagar.
Blíðar heilsanir
Skúlastjórin og skúlastýrið
Ferðslan
- ferðsla til foreldrini.doc (35.00 KB)
Bókaskiftisskipanin í 2. flokki
- Mánadagur.docx (15.52 KB)
Foreldraviðtalur í 2. flokki
Foreldraviðtalur verða hósdagin 26. september í floksstovuni hjá 2. flokki. Børnini eru við til viðtalurnar.
Kl. 14.00 Sebastian
Kl. 14.15 Dagmar
Kl. 14.30 Helena
Kl. 14.45 Eiri
Kl. 15.00 Fríðbjørg
Kl. 15.15 Ragnar
Kl. 15.30 Hanna
Kl. 15.45 Røskva
Kl. 16.00 Monika
Kl 16.30 Freia
Kl. 16.45 Elisabeth
Kl. 17.00 Pætur
Kl 17.15 Naja
kl. 17.30 Bartal
kl 17.45 Bjørk
Kl. 18.00 Antonia
Kl. 18.15 Sára
Kl. 18.30 Baltasar
Kl. 18.45 Lydia Maria
Ber ikki til at møta ásettu tíðina, kunnu tit royna at býta um. Vinaliga sigið frá í telduposti ella telefonboðum, um tit býta um tíð.
Joan – teldupostaadressa: joan.johannesen@skulin.fo telefon: 787262
Vinarliga Bogi og Joan

Ítróttadagar
Góðu foreldur!
Týsdagin 18 / 6 og mikudagin 19 / 6 fara vit at hava ítróttadagar í grunddeildini. Vit møta sum vanligt klokkan 08:00. Týsdagin hava børnini frí kl.12:45 og mikudagin sum vanligt.
Týsdagin klokkan 09:30 ganga vit úr skúlanum og niðan á Tórsbreyt. Har fara vit at hava ymiskar aktivitetir og hugna okkum saman.
Mikudagin koma vit at vera á Eysturvølli, har vit hava ymiskar kappingar.
Týsdagin skulu børnini bert hava ein góðan matpakka, matarklemmu og drekkidunk við. Børnini mugu vera klædd eftir veðrinum og í góðum skóm. Mikudagin skulu børnini eisini hava skúlataskuna við í skúla.
Blíðar heilsanir
Toymið í grunddeildini
Kunning um 1. flokks konsertina í NLH

Útferð
Góðu foreldur!
Týsdagin 28. mai fer grunddeildin útferð. Vit ætla okkum at ganga eftir gøtuni av Norðasta Horni niðan á Hotel Føroyar og síðani oman í viðarlundina undir Kerjum. Har eta vit matpakka og hugna okkum, áðrenn vit fara til gongu aftur í Eyturskúlan.
Vit vænta at verða aftur í skúlanum, áðrenn børnini í 1. og 2. flokki hava frí (kl.12.45), tá heintar frítíðarskúlin børnini.
Henda dagin skulu børnini bert hava ein ryggsekk við, sum inniheldur:
Ein góðan matpakka, millummála og ein drekkidunk.
Tey skulu vera væl ílatin og í góðum skóm.
Børnini møta við barnagarðin á Norðasta Horni millum 8.00 - 8.20.
Farið verður til gongu kl. 8.30.
Lærararnir eru á staðnum frá kl. 8.00 at taka í móti børnunum.
Vit gleða okkum til ein góðan túr saman við børnunum.
Blíðar heilsanir
Lærararnir í grunddeildini.
GG! Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, so eru tit vælkomin at venda tykkum til flokslæraran.
Spælibólkar mai 2019
- Spælibólkar mai 2019.docx (12.68 KB)

Urtagarðsvika
Frá hósdegnum 2/5-19 til og við týsdagin 7/5-19 verða urtagarðsdagar í Eysturskúlanum. Vanliga tímatalvan verður løgd tilsíðis hesar dagar, so børnini skulu bert hava: Pennahúsa, lím og saks, matpakka, drekkidunk í taskuni. Skilagott hevði verið, um tey høvdu skiftiklæði við í skúla.
Vit fara m.a. at gera ein eplaveltu, seta epli niður og planta ymiskt grønmeti, og eisini fara vit at lúka kring skúlan. Vit koma at læra um plantur og annað, sum er í einum urtagarði, og arbeiða við ymiskum evnum hvønn dag.
Vit vera nógv úti og tí er týdningarmikið, at børnini eru væl ílatin, hava góð klæði og gummistivlar við.
Hesar dagar eru børnini í skúla soleiðis: hósdag, mánadag og týsdag frá kl. 08:00 - 13:00. Og fríggjadag frá kl. 08:00 - 11:30. Frítíðarskúlin heintar børnini í 1. og 2. flokki, tá skúladagurin er liðugur.
Blíðar heilsanir
Toymið í grunddeildini
GG!
Gott hevði verið, um tit kundu givið børnunum eggjabakkar við 10/12 rúmum og ein urtapottafjalarar, eina glaskrukku ella annað at planta í, við í skúla miku- ella hósdagin.
Foreldraviðtalur
- Foreldraviðtalur í 1. flokki.docx (13.94 KB)
Framløgur
- Framløgur í 1. flokki.docx (13.77 KB)
Kunning
- Kunning.docx (18.72 KB)
100-daga-veitslan
- Bræv um 100-daga-veitsluna.docx (13.89 KB)
Evnisvika
- evnisvika.pdf (35.99 KB)
Foreldraviðtalur í 1. flokki
- Foreldraviðtalur í 1. flokki.docx (13.71 KB)
Skúlin byrjar 16. august.
Faldari um skrubb
- Faldari um skrubb.pdf (321.64 KB)
Kunning um lesing
- Kunning .docx (14.04 KB)
Kunning um spælibólkar
- Spælibólkar - kunning.docx (16.41 KB)
Spælibólkar
- Spælibólkar.docx (12.75 KB)
Telefonlistin
- Telefonlisti 1.fl.xlsx (10.11 KB)
Útferð týsdagin 21/8
Týsdagin, 21/8 fara allir næmingar og lærarar Eysturskúlans ein dagstúr. Vit ætla at ganga upp á Kirkjubøreyn og eitt sindur suðureftir til vatnið.
Allir næmingarnir møta á krossinum týsmorgunin kl. 8.00. Tað er, har gamli Velbastaðvegur og vegurin út á Norðasta horn møtast - haðani farið verður til gongu. (Tvs. at næmingarnir møta ikki í skúlanum)
Børnini skulu hava góðan matpakka og okkurt at drekka við sær og annars vera ílatin eftir veðrinum.