Tíðindi úr eysturskúlanum

Størv at seta í Eysturskúlanum 1.august 2022

06/05/2022

Størv í Eysturskúlanum skúlaárið 2022/23

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2022

3 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/23 fyri lærarar í farloyvi.

2 lærarar í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/23 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.

1 námsfrøðingur í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/23. Starvið er uml. 30 tímar um vikuna, lønarbrøkur umleið 0,7.

1 námsfrøðiligum stuðli til næming við rørslutarni, sum fer at ganga í NámX.

 

Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:

  • -          duga at skapa og menna eitt gott og mennandi samband við næmingar og starvsfelagar
  • -          at bera fram fakliga vitan á ein áhugaverdan og skiljandi hátt
  • -          eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
  • -          duga at leggja til rættis og leiða undirvísingarstøðuna
  • -          leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.
  •          sýna ein positivan hugburð til børn og ung, vitan og læru 
  • -          taka virknan lut í menningini av Eysturskúlanum

Førleikakrøv lærarar

Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Tey, ið sett verða, mugu kunna undirvísa í onkrari av hesum lærugreinum: Støddfrøði, alis- og evnafrøði, lívfrøði, ítrótti, náttúru- og tøkni og føroyskum.

Eisini tørvar skúlanum lærarar, ið kunnu átaka sær floks-/toymisleiðslu og støddfrøðivegleiðing.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærarastørvunum verður ikki endaliga ásett fyrr enn 1. sep. 2022.

 

Førleikakrøv námsfrøðingur

Skúlanum tørvar námsfrøðing, sum kann arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í miðdeild og hádeild. Arbeitt verður inni í flokkum, í smærri bólkum og ein til ein. Í skúlanum arbeiða frammanundan tveir námsfrøðingar í føstum starvi.

Tann, ið settur verður, skal hava útbúgving sum námsfrøðingur ella hava líknandi royndir. Um eingir námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur, umframt at viðkomandi dugir væl at samstarva og samskifta, dámar avbjóðingar og setir tollyndi í hásæti.

Lønar- og setanartreytir

Starvið sum námsfrøðingur er sáttmálasett, og verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Førleikakrøv námsfrøðiligur stuðul til næmingi við rørslutarni

Vit hava tørv á fólki, sum skal stuðla einum næmingi við rørslutarni. Næmingurin fer at ganga í NámX skúlaárið 2022/23. Umsøkjarar mugu hava koyrikort.

 

Umsóknir

Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum og játtilsi um at barnaváttan kann innheintast, skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 20. mai 2022 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 27

FO 100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo

Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755

 

Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2022/23 gott 500 næmingar í 1.-10.flokki.

Í skúlanum arbeiða 65 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.

Vit leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum

At arbeiða innovativt

At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.

Seinastu tíðindi
18/05/2022
Munnliga próvtøkan í Nám X og 9.flokkunum
Munnliga próvtøkan hjá NámX Hesar lærugreinar eru í dag kunngjørdar til munnliga próvtøku: Føroyskt, hástig Føroyskt, grundstig…
18/05/2022
Seinasti skúladagur
Í dag er seinasti skúladagur hjá næmingunum í 9.flokkunum og sum vanligt er, áttu tey pallin í skúlahøllini fyrrapartin.  Har var…
18/05/2022
Kekkur latin Reyða Krossi
Spenningurin var stórur, tá morgunsangin mikumorgunin var liðugur. Hetta var løtan, tá allur innkomni peningurin skuldi latast Rey…
12/05/2022
Evnisvika og stuðuls­tiltak
Hesa vikuna hevur miðdeildin í Eysturskúlanum havt evnisviku.  Evnið hevur fevnt um flóttar, kríggj, Ukraina, Reyða Kross, innsam…
11/05/2022
Stuðuls­tiltak til frama fyri Ukraina
Í miðdeildini í Eysturskúlanum hava tey úr at gera. Tey hava sett nakrar dagar av, til at gera ymisk tiltøk, har endamálið er at s…
11/05/2022
Skrivliga próvtøkan
Nú nærkast skrivligu próvtøkurnar. Í 9.flokki skulu næmingarnir ikki til próvtøku í enskum.    Her er kunning til næmingarnar: …
07/05/2022
Miðdeildin samlar fløskur
Vit hava fingið hesi boðini frá miðdeildini: Góðu tit! Dagarnar 9., 10. og 11. mai hevur miðdeildin stuðulstiltak í Eysturskúlan…
04/05/2022
Komandi 1.flokkur vitjar
Í dag, mikudag 4.mai kl. 17.00, hittast komandi 1.floks næmingar í Eysturskúlanum. Tey heilsa upp á flokslærararnar, skúlastjóran,…
03/05/2022
Tað sprettir og spírar í grund­deildini
Í grunddeildini, sum húsast í A-lonini, sprettur og spírar. Tey vóna, at um ikki so langa tíð, fer kili, súrepli, piparfrukt, agur…
03/05/2022
Sniðbreytin sýnir verkini fram
Kreativa breytin í Nám X, sniðbreytin, hevur lagt eina framsýning til rættis, har alt tað tær hava fingið burturúr, verður víst fr…
29/04/2022
Súkklutúrur til Kirkjubøar
Í morgun møttust næmingar og lærarar í skúlagarðinum og í staðin fyri skúlatasku, komu tey við hvør sínari súkklu. Súkklutúrur var…
18/05/2022
Munnliga próvtøkan í Nám X og 9.flokkunum
Munnliga próvtøkan hjá NámX Hesar lærugreinar eru í dag kunngjørdar til munnliga próvtøku: Føroyskt, hástig Føroyskt, grundstig…
18/05/2022
Seinasti skúladagur
Í dag er seinasti skúladagur hjá næmingunum í 9.flokkunum og sum vanligt er, áttu tey pallin í skúlahøllini fyrrapartin.  Har var…
18/05/2022
Kekkur latin Reyða Krossi
Spenningurin var stórur, tá morgunsangin mikumorgunin var liðugur. Hetta var løtan, tá allur innkomni peningurin skuldi latast Rey…