
Evnisvika og stuðulstiltak
12/05/2022
Hesa vikuna hevur miðdeildin í Eysturskúlanum havt evnisviku.
Evnið hevur fevnt um flóttar, kríggj, Ukraina, Reyða Kross, innsamling o.a. Næmingarnir hava havt stuðulsrenning, selt fløskur og skipað fyri kafé, og peningurin fer óskerkur til Reyða Kross. Og næstan alt, sum tey seldu, hava tey sjálvi gjørt. Tey hava baka køkur og pylsubreyð í skúlanum og so endaði tiltakið við einari konsert, sum tey eisini hava vant til í skúlanum.
Tiltakið eydnaðist serstakliga væl! Njótið myndirnar :)
Seinastu tíðindi

18/05/2022
Munnliga próvtøkan í Nám X og 9.flokkunum
Munnliga próvtøkan hjá NámX
Hesar lærugreinar eru í dag kunngjørdar til munnliga próvtøku:
Føroyskt, hástig
Føroyskt, grundstig…

18/05/2022
Seinasti skúladagur
Í dag er seinasti skúladagur hjá næmingunum í 9.flokkunum og sum vanligt er, áttu tey pallin í skúlahøllini fyrrapartin.
Har var…

18/05/2022
Kekkur latin Reyða Krossi
Spenningurin var stórur, tá morgunsangin mikumorgunin var liðugur. Hetta var løtan, tá allur innkomni peningurin skuldi latast Rey…