
Minnist til jólabókina 2022
09/11/2022
Tá vit fáa haldaraseðilin til jólabókina, vita vit, at jólini nærkast.
Aftur í ár kunnu næmingarnir keypa sær "Mína jólabók" sum er ein familjubók við søgum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur í køldu, myrku tíðini, sum er fyri framman. Bókin kostar einans 220,- kr og vilja næmingarnir tryggja sær bókina áðrenn 1.desember, má hon verða goldin áðrenn 15.november.
Tað ber til at fylla seðilin út og lata skrivstovuni hann, saman við 220,- kr, ella við at fara inn á www.jolabokin.fo og gjalda við gjaldskorti.
Seinastu tíðindi

16/11/2023
Jólaroyndirnar Nám X
Jólaroyndirnar hjá Nám X byrja týsdagin 21.november.
Royndirnar eru í skúlahøllini og í E-lonini og næmingarnir møta minst 15 min…

15/11/2023
Vit søkja eftir lærara
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv, frá 27. november til og við 21. juni 2024.
Talan er um starvsbrøk uml. 0,8…

14/11/2023
Hava tit minst til jólabókina?
Vilja tit hava Mína Jólabók áðrenn 1.december, so er freistin at bíleggja bókina í seinasta lagi mikudagin 15.november.
Tað ber…