
Hevur tú hug at arbeiða hjá okkum?
Tvey størv í Eysturskúlanum leys frá 9.januar 2023
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 9.januar 2023
Ein lærari í tíðaravmarkað starv frá 9.januar til 21.juni 2023. Starvið er uml. 16 undirvísingartímar, sum svarar til ein starvsbrøk áleið 0,65.
Einum starvsfólki við námsfrøðiligari útbúgving til Serflokkin – Lonin í Hoydølum; frá 9.januar – 21.juni 2023 vegna økt næmingatal. Starvið svarar til ein starvsbrøk áleið 0,7.
Søkt verður eftir starvsfólkum, sum:
- eru samstarvs- og virkisfús,
- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við
- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur
- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.
- Duga væl at samstarva.
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður í Eysturskúlanum, skal hava læraraútbúgving. Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í føroyskum og støddfrøði í tvílæraraskipan í miðdeild og at undirvísa í føroyskum sum annaðmál. Hetta er í móttøkuflokki, har ukrainsk børn ganga.
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan. Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Førleikakrøv (serflokkur)
Tann, ið settur verður, fer at arbeiða við næmingum í ganga í Serflokki. Næmingarnir eru í aldrinum 7 – 10 ár. Arbeiðið fevnir um at undirvísa, menna og stuðla næmingunum í skúlagongdini.
Í Serflokkinum arbeiða frammanundan tveir lærarar og námsfrøðingar.
Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving – antin námsfrøðingur ella lærari. Um eingin við útbúgving søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.
Royndir innan serøkið er ein fyrimunur, umframt at viðkomandi dugir væl at samstarva og samskifta, er fleksibul og setir tollyndi í hásæti.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er sáttmálasett tíðaravmarkað, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6.januar 2023 kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:
Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 27
FO 100 Tórshavn Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo
Nærri fæst at vita um skúlan og størvini á heimasíðu okkara og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755
Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2022/23 gott 500 næmingar í 1.-10.flokki.
Eysturskúlin hevur Serflokk, staðsettur í Lonini í Hoydølum.
Í skúlanum arbeiða 65 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar.
Vit leggja vit dent á:
At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum
At arbeiða innovativt
At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi
At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin.


