
Ársins vitanarfróði 2023
Í dag var fín vitjan í miðdeildini. Tey høvdu eina hugnaløtu við sangi og kunning, tí í dag var ítróttardagur fyri øll. Men tað tey ikki vistu var, at umboð frá Grandskingarráðnum koma at vitja.
Inni á gransking.fo stendur soleiðis:
Granskingarráðið, Nám og Strok hava skipað fyri kappingum við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi. Vit nevna kappingarnar Ársins Vitanarfróðu. Kappingin verður neyvari lýst niðanfyri.
Kappingin Ársins Vitanarfróðu
Vit bjóða øllum næmingum, serliga teimum í 4. - 7. flokki, at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo
Soleiðis gera tit
Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Teimum Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.
Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum.
Í 4.b, við Joan A. Jógvansdóttir á odda, høvdu tey valt at granska í nøkrum, sum tey brúka nógv í skúlanum, viskileðrinum! Ein nevnd av granskarum og øðrum góðum fólkum, valdu 4.b sum vinnarar av Ársins Vitanarfróða. Eingin visti av nøkrum og glað vóru tey, tá tað gekk upp fyri teimum, at tey vóru vinnarar. Heiðursbræv og ein kekk á 5000,- kr


