Seturskúli 8.s. 
 
Góðu foreldur 
Vit fara á setursskúla við 8.s. hósdagin í komandi viku 25. mai. Vit fara til Skopunar at liggja tjald eina nátt. Av tí at ætlanin er at rógva kajakk á sandsvatni, eta pizza, og at vit skulu ferðast við SSL og bussi er kostnaðurin 300 kr. Gjaldið við reiðum peningi seinast týsdagin 23. mai.  


At hava við:

  • Latið tykkum í til dagin eftir veðrinum (vit vera úti so at siga allan dagin)
  • Trivaligan matpakka til hósdagin
  • Góðar skógvar at ganga í
  • Soviposa og undirlag
  • 1 sett av skiftiklæðum
  • Ullint klæðir at sova í
  • Eyka ullintar hosur
  • Heit klæðir til kvøldið/náttina
  • Tannbust, deodorant osfr. 
  • Kopp
  • Skaffigreiður
  • Lummalykt
  • Lummapengar

 

Nøkunlunda skrá:

Hósdagur 25. mai

09.30 - Møta á Gomlurætt (Leið 101 (Tórshavn - Gomlurætt) fer av farstøðini kl. 9.20, um ein ikki hevur fart á Gomlurætt)

09.45 - Ternan siglur

10.15 - Bussurin fer úr Skopun til Sands

10.30 - Vitja Innistovubóndan

12.00 - Eta matpakka

13.00 Rógva kajakk

15.50 - Bussurin fer av Sandi til Skopunar

16.00 - Seta tjaldini upp

Frítt 

19.30 - Pizzaria í Skopun

Frítt

22.00 - Kvøldseta

 

Fríggjadag 26. mai

Ikki fastlagt

10.30 - Báturin siglur 

11.00 - Avheintan á gomlurætt (Bussur er á Gomlurætt, um ein ikki hevur nakran at heinta seg)


Vh. Ásvør, Bogi og Johann 

Vikuætlan 8. s

Vika 22
Mánadagur
29. mai
Hvítusunnufrítíð
Tit hava frí.
Týsdagur
30. mai
Mikudagur
31. mai
Hósdagur
1. juni
Fríggjadagur
2. juni
Síðsti undirvísingardagur