Seturskúli
- Setursskúli 8.flokkur.docx (85.29 KB)
![](/upload/cache/images/20601-20800/14dcd322eaefaeeae0077a7cad8bb8279dd2eef3_w300_h0_fS.jpg)
AFTURVENDANDI TRIVNAÐARKANNINGIN Í FÓLKASKÚLANUM
Í næstu viku fer Trivnaðarkanningin 2023 av næmingum í 5., 7., og 9.flokki fram á øllum fólkaskúlum í Føroyum.
Fróðskaparsetrið hevur gjørt eina heimasíðu, sum kunnar flokslærarar, kt-vørðar og sjálvsagt skúlabørnini. Á heimasíðuni sæst hvørjar avtalur Fróðskaparsetrið, sum ger kanningina, hevur gjørt við skúlarnar.
LEINKJAN TIL HEIMASÍÐUNA: 579.fo
Tíðarætlanin sær soleiðis út í Eysturskúlanum:
7.flokkarnir: 27.februar 2023 kl. 10.15
Boð frá prestunum!
- F2CD83BE-089A-4D51-AB3E-A0C65431541C.png (210.56 KB)
![](/upload/cache/images/17801-18000/ef2fef7d696fc1ef5b0e36f438d68506a0be10e4_w1152_h350_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Evnisvika í miðdeildini
Góðu foreldur!
Í komandi viku fara vit at hava evnisviku, har evnið verður “flóttar, kríggj, Ukraina og hjálpararbeiði”.
Á skránni verður:
· vitjan av Ken, Mariu, sum er ættað úr Ukraina og pápa hennara, sum er flótti.
· Reyði Krossur kemur at kunna okkum um teirra arbeiði.
· Stuðulsrenning
· Fløskuinnsavning
· Sølutiltak/café
Næmingar gera:
· Pylsubreyð, smákøkur og bomm, sum vit ætla at selja hósdagin, tá ið vit bjóða øllum vælkomnum framvið.
· Venja sang, sum verður framførdur hósdagin kl. 12:10, har øll eru vælkomin at lurta.
Til tykkum foreldur/avvarðandi (ommur, abbar, trímenningar, mostrar, vinir o.o.)
Gleðiligt hevði verið, um tit kundu komið framvið og stuðlað tiltakinum hósdagin millum kl. 09:30 til 12:30. Møguligt er at keypa sær ein kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið fyri ein bíligan penga. Ein bússa stendur á borðinum, har møguleiki er fyri stuðla við nøkrum eyka krónum. Minnist til reiðan pening.
Kórsangurin hjá næmingunum verður kl. 12:10.
Næmingarnir vilja fegnir hjálpa teimum neyðstøddu, og teir fara tískil at gera nógv burturúr.
Vinaliga,
Næmingarnir í miðdeildini
6.A
Í 6.A eru 14 næmingar; 10 gentur og 4 dreingir.
Flokslærari: Johann Jansson Petersen Tlf.: 262974
![](/upload/cache/images/15001-15200/095ac12fb5b44e664aa1f015fb9b38dea3b6d0b2_w1152_h0_fS.jpg)
Floksmynd 23. August 2021