Reglugerð í sambandi við námsferðir
- Skulu næmingar í framhaldsdeildini at ferðast í skúlatíð, skal ferðin verða í skúlahøpi.
- Er ferðin uttanlands, skal avgerðin takast í felag millum heim og skúla.
- Ferðin skal verða við í ársætlanini fyri flokkin.
- Skrivlig umsókn skal latast leiðsluni við skúlaársbyrjan. Skrá fyri túrin skal fylgja við umsóknini, og fakliga innihaldið skal lýsast og síggjast aftur í ársætlanini.
- Tveir lærarar skulu við flokki uttanlands, helst ein av hvørjum kyni.
- Heim og skúli semjast um fígging.
- Fíggjarligar umstøður skulu ikki forða næmingi at sleppa við.
- Lærari eigur ikki at hava útreiðslur í samband við námsferðir.
- Næmingur, sum ikki fer við, hevur ikki frí.
- Ferðafrásøgn skal latast leiðslu skúlans í seinasta lagi 14 dagar eftir heimkomu.