Vikuætlan 1.b

Vika 46
Mánadagur
9. november
pennahúsin
Fleiri mangla viskileður.
Vinarliga kanna um børnini hava alt í pennahúsinum.
Konsert kl.10
Kl. 10.00 verður konsert í skúlahøllini. Eitt blásiorkestur við børnum úr Tórshavnar musikkskúla kemur at spæla eina stutta konsert fyri grund- og miðdeildini.
Føroyskt
Heima:
Lesið í 5 min / venjið bókstavar. Minnist til at kvittera í lesiugluna.
Tosið um bókstavar, ljóð og litir. Vit hava nú lært:
Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, G, N, R, H, Ú, M og F.

GG!Sí kunning um lesing í boðklivanum!
Boðklivi - Eysturskúlin

Í skúla:
Um stundir eru til tess aftaná konsertina, so læra vit bókstavin Aa í dag.
Týsdagur
10. november
Føroyskt
Heima:
Lesið í 5 min./venjið bókstavar. Minnist til at kvittera í lesiugluna. Tosið eisini um bókstavar, ljóð og litir.
Vit hava nú lært:
Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, G, N, R, H, Ú, M, F og A.

Í skúla:
Vit arbeiða við bókstavinum Aa.
Postmappan
Bræv um lesingina er í postmappuni. Brævið liggur eisini í boðklivanum!
Mikudagur
11. november
Føroyskt
Heima:
Lesið í 5 min./venjið bókstavar. Minnist til at kvittera í lesiugluna. Tosið eisini um bókstavar, ljóð og litir.
Vit hava nú lært:
Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, G, N, R, H, Ú, M, F og A.

Í skúla:
Vit fara at læra bókstavin Kk.
Útiskúli
Í dag fer b-flokkurin at at vitja politiið.

Á útiskúla í síðstu viku fór at regna illa, og øll blivu ógvuliga vát.
Nøkur hava regnklæðir og/ella skiftiklæðir í skúlanum, men gott hevði verið, um øll høvdu annað liggjandi/við í skúla.
Børnini hava fingið eina kurv at leggja skiftiklæðir í.
Hósdagur
12. november
føroyskt
Heima:
Lesið í 5 min./venjið bókstavar. Minnist til at kvittera í lesiugluna. Tosið eisini um bókstavar, ljóð og litir.
Vit hava nú lært:
Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, G, N, R, H, Ú, M, F, A og K.

Í skúla:
Vit arbeiða við bókstavinum Kk.
Fríggjadagur
13. november
Mín jólabók
Um tit ynskja at ogna tykkum Mín jólabók áðrenn 1.desember, so mást tú hava goldið fyri hana áðrenn 16.november.
Føroyskt
Heima:
Lesið í 5 min./venjið bókstavar. Minnist til at kvittera í lesiugluna. Tosið eisini um bókstavar, ljóð og litir.
Vit hava nú lært:
Á, L, S, Í, Ó, T, I, B, E, G, N, R, H, Ú, M, F, A og K.

Í skúla:
Vit arbeiða við bókstavinum Kk.
Ítróttur/svimjing
Dreingir svimja.
Svimjibuksur/shorts og teir kunnu hava svimjibrillur við. Dreingirnir sleppa ikki at vaska hár, men teir skola hárið væl eftir svimjing.

Gentur hava ítrótt í høllini.
Minnist til lastikk í hárið, ítróttaklæðir og handklæð.
Støddfrøði
Venjið tølini upp til 20. Navnið, hvussu tað sær út og mongdina.

Í 1.b ganga 23 børn; 10 dreingir og 13 gentur.

Dreingir:

Andreas, Bragi, Gilli, Jan, Jósef, Óðin, Rúnar, Sverri, Tórur og Villiam.

Gentur:

Bára, Eila Rose, Elia, Eva, Eva Lusia, Gunnvá, Iris, Kara Rún, Mira, Nora, Sarita, Súna og Tóra.