Foreldraráðið hjá 1.a eru hesi: 
Sissal Christina Fossaa - mamma Noru  
Durita Waag Samuelsen - mamma Nainu 
Halla Áargarð av Rana - mamma Beintu Drós 
 
Facebook bólkurin hjá flokkinum eitur : 1.a 2025/26´ 
 

Góðu foreldur í 1.a


Skal kunna tykkum um, at sjúkrameldingin hjá Petry er longd.Hon skuldi av røttum byrja aftur í morgin, 20.nov., og hevur glett seg til tað, men so skuldi ikki verða.


Hon fekk í gjár nethinduloysn umaftur, og er send til Danmarkar til skurðviðgerð, og vit vænta, at hon verður sjúkrameldað til jóla, men nú fáa vit at síggja!


Hanna er í 1.a, og hevur verið har allatíðina, og nú kemur Sólvá Syderbø at hava børnini saman við Hannu í føroyskum. Sólvá er roynd og dugnalig, so tað fer heilt vist at roynast væl.


Vit ynskja Petry alt tað besta og vóna, at hon kemur aftur í 1.a sum skjótast!

Vinarliga

Eyðna Magnussen|+298 214755|

Skúlastjóri|Eysturskúlin|www.eysturskulin.fo

eydna.magnussen@skulin.fo

Tórgarðsgøta 27|+298 302540

 

 

 

Ferðslan

Ein áheitan frá Skúlastýrinum til tykkum, góðu foreldur!

Arbeitt hevur verið í áravís fyri at fáa ferðsluviðurskiftini rundanum skúlan tryggari. Tað hevur hepnast væl, men enn parkera bilar í vegjaðaranum uttanfyri Lítlagarð. Hetta er ikki trygt, tí børnini síggjast ikki so væl, sum tey eiga, tá ið tey ganga ímillum bilarnar. Framvið vegnum - við Lítlagarð, er av og á skipan galdandi. Tað merkir, at bilførarin er í bilinum, steðgar á, setir barnið av og koyrir avstað. Ætlar man sær inn í skúlan við barninum, skal man seta bilin frá sær omanfyri spæliplássið! 

Eitt annað er stóra p-plássið við høvuðsinngongdina í Eysturskúlan.

- Setið næmingarnar av við vegjaðaran í Tórgarðsgøtu og ikki koyra inn á p-plássið. Tað kemur alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa sett bilin frá sær, tá ið teir koma til arbeiðis, tí p-plássið er fult av bilum, sum seta børn av.

Tað er týdningamikið at galdandi leiðreglur um parkering og av og á skipan (kiss&goodbye) verða fylgdar, so skúlavegurin hjá tínum barni er so trygg sum gjørligt!

Blíðar heilsanir

Skúlastýrið

Arnhild (forkv.), Birita (foreldraum.), Rókur (foreldraum.), Guttormur (TK), Annfinn (TK) og Lív (starvsfólkaum.)

 

Viðtalur í 1.a á heysti 2025 
 
Týsdagur 28. Oktobur 
15.00 Ducas
15.15 George  
15.30 Ester 
15.45 Elspa 
16.00 Kristian 
16.15 Nora 
16.30 Naina 
16.45 Jørgen
17.00 Angelika 
17.15 Ási
17.30 Sjúrður 
 
Hósdagur 30. Oktobur 
14.00 Rókur 
14.15 Paul 
14.30 Álva 
14.45 Sámal 
15.00 Margreta 
15.15 Aleks Bartal 
15.30 Beinta Drós 
15.45 Dávid 
16.00 Mattias 
16.15 Milan 
 
Um ikki ber til at møta ásettu tíðina, kunnu tit býta um innanhýsis. Minnist til at boða Hannu frá, um tit býta um. 
Børnini eru IKKI við til viðtalurnar. 
 
Blíðar heilsur 
Hanna, Noomi og Birna 

Støddfrøði

Vit arbeiða við figurum og mynstrum

Útiskúlin mánadagin 22.sep

Túr í Úlvaskógi

Útiskúli í viðalundini

Myndir frá Útiskúlanum 8.sep

Eingin myndasøvn

Boðklivin 1.a

Útiskúli 08.09.2025

Vit hava í dag verið túr í grannalagnum og hugt hvar Naina, Mattias, Beinta Drós, Milan og Dávid búgva.

Útiskúli 25.08.25

Vit hava havt okkara fyrsta útiskúla í dag.

Vit gingu yvir til tyrlupallin. Í fjørðuni aftanfyri tyrlupallin fangaðu vit kombikk. Hetta eydnaðist sera væl.

Takk fyri, at tit hava so fitt og deilig børn.