Góðu foreldur - ein lítil áminning!
Skúlastýrisvalið er týsdagin 12.november, samstundis sum býráðsvalið. Skúlastýrisvalið fer fram í høllini á Hálsi, t.v.s. í sama høli sum kommunuvalið. Foreldur, ið hava foreldramynduleika hjá børnum, ið ganga í Eysturskúlanum, kunnu velja.
Foreldur, sum ikki hava høllina á Hálsi, sum sítt valstað, kunnu brævatkvøða í Eysturskúlanum fram til mánadagin 11.november kl. 15.00.
Foreldur, ið eiga børn, sum komandi skúlaár flyta í Eysturskúlan, hava eisini valrætt og kunnu brævatkvøða.
Hesi valevni bjóða seg fram at umboða foreldrini í skúlastýrinum komandi 4 árini:
Arnhild Schmidt
Birita B. Iversen
Ingibjørg Kristiansen
Rókur J. Jacobsen
Sigurð Ó. Vang
Tróndur H. Dalsgarð
Vinarliga
Eyðna Magnussen, skúlastjóri og forkvinna í valnevndini
Viðtalur 2. b - heyst
- Bræv viðtalur 2.b heyst.docx (14.23 KB)
Spælibólkar
- Spælibólkar 1. flokkur 2024.docx (16.05 KB)
Jólahald 14.12.23
Hóskvøldið skulu næmingarnir í 1. fl. møta kl. 18.30 í floksstovuni. Tey ganga oman í høllina, har jólahaldið verður, saman við lærarunum.
Av tí at plássið í høllini er avmarkað, kann hvør næmingur í 1.flokki í mesta lagi hava 4 fólk við til jólahaldið.
Bræv til foreldur
- Floksbýti 1.fl. des. 23.docx (15.30 KB)
Eysturskúlin er nú partur av matpakkaskipanini hjá MÁL
Góðu foreldur
Vit í Mál eru glað fyri at kunna bjóða tykkum møguleikan til at gera gerandisdagin eitt sindur lættari. Hjá okkum kunnu tit bíleggja matpakka til barn/børn tykkara, sum verður ‘avleveraður’ á skúlanum. Vit veita heilsugóðar matpakkar, ið tit samanseta og bíleggja á heimasíðu okkara www.mal.fo. Tað ber til at bíleggja á heimasíðuni fram til kl 08:00 og fáa matpakkan sama dag.
Vinarliga / Best Regards
Christianna Joensen
Stjóri | Mál
Karlamagnusarbreyt 16A, 188 Hoyvík
Tlf: +298 588256
Foreldrafundur við SSP 27.11. kl. 18-20
- innbj. KB Eysturskúlin.docx (3.88 MB)
Foreldraviðtalur 7.11.
- Foreldraviðtalur í 1.b.docx (12.84 KB)
Bræv um rennidagin
- RENNIDAGURIN 2023 - bræv næmingar.pdf (275.01 KB)
Bólkar í ítrótti
- Bólkar í ítrótti 1fl..docx (14.42 KB)
Boðklivi 1.B flokkur
Stuttur samandráttur frá felags foreldrafundinum
Postmappan: skal kannast og tømast hvønn dag heima og kann eisini nýtast til boð heimanífrá. Skal altíð liggja í taskuni.
Í pennahúsanum skal vera: jumboblýantar (sí mynd), gott viskileður, blýantsspískara, litblýantar, linjál, límstift og saks. Kannið pennahúsan regluliga heima.
Matpakkin: Ein vanligan heilsugóðan matpakka. Góðgæti og leskidrykkur (Prime, kola o.l.) skal ikki vera í matpakkanum.
Skiftiklæðir: Børnini kunnu hava ein toyposa við skiftiklæðum hangandi á sínum knagga. Her hugsa vit eyka sokkar og buksur, um tey fáa karm. Børnini skulu vera ílatin eftir veðrinum, tí tey fara so at siga altíð út, tá fríkorter er.
Inniskógvar: skilagott er at hava inniskógvar í skúlanum, tí gólvini í gongini gerast vát.
Telefonir og telefonur: Næmingarnir skulu ikki hava telefon ella telefonur í skúlanum.
Boð: Er barnið sjúkt skal flokslærarin hava boð. Ynskja tit fríloyvi, kann flokslærarin geva frí í tveir dagar. Er talan um fleiri tveir dagar, skal umsókn um fríloyvi latast inn umvegis heimasíðu Eysturskúlans.
Føðingardagar: Avgjørt varð, at um boðið verður í føðingardag, so bjóða dreingir øllum dreingjum, og gentur bjóða øllum gentunum. Føðingardagsupphæddin er 20 kr.
100 kr: Hvør næmingur letur 100 kr til hugnakvøld, leikur o.a. Hetta skal brúkast til næmingarnar gjøgnum alt árið.
Felags foreldrafundur
Mikukvøldið 6. september kl. 19-21 verður felags foreldrafundur fyri 1. fl. í lonini uttanfyri skúlastovurnar hjá 1. fl.
Ynskilig er at øll møta.
Barnakór
- Barnakór í Tórshavnar Musikkskúla[7858].pdf (160.36 KB)