Sniðbreytin
Endamál
Á handarbeiðsbreytini fert tú at ogna tær vitan og ymiskar tøkniligar arbeiðshættir, sum geva tær førleikar at skapa og tilvirka.
Dámar tær at sniðgeva?
Dámar tær litir og toy?
Dámar tær at virka lutir við hondunum?
Hugsar tú um, hvussu útsjónd, snið og nýtsla ávirka gerandisdag tín?
So skalt tú koma á Snið- og handarbeiðsbreytina í Eysturskúlanum. Her fært tú møguleikan at gera tað, tær dámar best - at skapa við hondunum!
Við sjálvvaldum evnum fært tú møguleikan at styrkja skapanargleðina, fara í djúpdina, uppliva felagsskap, arbeiðsgleði og skapa bæði prýðislutir og lutir, sum hava vakurleikavirði og nýtsluvirði.
Dentur verður lagdur á, at frálæran verður verklig, og at tú lærir at arbeiða eftir egnum hugskotum og at leggja arbeiðið til rættis og meta um lidna úrslitið.
Innihald
- Brúkslist
- Móti og snið
- Føroyskt handarbeiði
- Endurnýtsla
- Litlæra, liting og tilfarslæra, - bara hugflogið setir mørk
Starvsleið
Handarbeiðið er grundarlagið undir allari framleiðslu í sniðgeving, klæðum og klædnavinnu. Á Snið- og handarbeiðsbreytini fært tú førleika, sum kann hjálpa tær at velja røttu útbúgvingina. T.d snið/mótavinnu, handarbeiði og klædnavinnu.
Kanst tú hugsa tær hetta? - Kom so á Snið- og handarbeiðsbreytina!