Amboð
Næmingar úr 4.-9.flokk fáa eina farteldu at brúka í skúlanum. Í støddfrøði skal næmingur hava passara, vinkulmátara og roknimaskinu til framhaldsdeild.
Áheitan
Heitt verður á tey foreldur, sum koyra børn síni í skúla, at seta tey av við gongubreytina skúlans megin, og ikki koyra inn á parkeringsøkið, tí tað er ikki nóg trygt, og tað skapar ferðsluruðuleika.
Ábyrgd
Hevur næmingur fartelefon, pening ella aðrar lutir við í skúla, tekur skúlin onga ábyrgd av hesum.
Strok
Tekning fer fram umvegis telduna ella skrivstovuna.
Bóltspæl
Alt bóltspæl gongur fyri seg úti
Bøkur
Næmingar skulu leggja pappír um allar bøkur, teir fáa frá skúlanum. Verður bók burtur, rindar næmingurin sjálvur ta nýggju.
Fartelefonir
Fartelefonir verða samlaðar inn kl. 8.00. Tær verða goymdar til næmingarnir fara til hús eftir loknan skúladag.
Frávera
Flokslærarin hevur heimild at geva næmingi frí tveir dagar, annars skal heimið venda sær skrivliga til skúlan. Um næmingur hevur verið burtur, krevst skrivlig váttan frá foreldrum, tá hann kemur aftur í skúla. Um næmingur ikki fær fylgt undirvísing í eitt nú ítrótti, skal hann hava seðil við heimanífrá.
Gloymdir lutir
Hanga í glasskápi í gongini
Gloymd klæðir
Vendið tykkum til reingerðarfólkini
Matarsteðgurin
Er frá 11.30 – 11.45. Næmingarnir hava matpakka við. Lærari situr hjá næmingunum, meðan etið verður. Allir næmingar floksins skulu sita í floksstovuni í matarsteðginum. Skal næmingur heim at eta í steðginum, krevst skrivligt loyvi heimanífrá.
Royking
Skúlin er roykfríur