Vællærugreinar

Í NámX eru kravdir 8 tímar um vikuna í vallærugreinum, har tú í minsta lagi skalt velja eina av hesum 4 tíma vallærugreinum. Tær eru føroyskt, danskt, enskt, týskt, støddfrøði ella lesimenning. Tú kanst saktans velja tvær av somu lærugreinunum, so hevur tú kravdu 8 tímarnar um vikuna.

Um tú ikki velur 4 tímar afturat umrøddu vallærugreinum, skalt tú velja tvær lærugreinar við 2 tímum um vikuna hvør. Tær eru alisfrøði, evnafrøði, samtíð, tilvera og hugaítróttur. Velur tú tvær av hesum vallærugreinum, hevur tú eisini kravdu 8 tímarnar um vikuna.

Velur tú ikki tvær av nevndu lærugreinum, kanst tú velja HipHop Urban dance styles, sum er 4 tímar um vikuna og soleiðis eisini røkka kravdu 8 tímunum.