Reglur fyri næmingaráð Eysturskúlans
Grein 1
Eysturskúlin hevur 4 ráð við næmingum, ið bera navnið “Næmingaráð Eysturskúlans”, við ískoytunum innskúlingin, miðdeild, framhaldsdeild og nám X, og sum hava heimstað í Eysturskúlanum í Tórshavn.
Grein 2
Endamálið við næmingaráðnum í innskúlingini er at læra næmingarnar grundleggjandi reglur í fólkaræðnum og fyrireika tey at gerast virkin í einum møguligum næmingaráði, tá tey verða eldri.
Tey skulu læra at velja floksfelaga at umboða tey. Umboðini læra at fundast og at leggja fram fyri floksfeløgum aftur, hvat fundurin er komin fram til.
Endamál við næmingaráðnum í 4., 5. og 6. flokki er sama sum í innskúlingini.
Í hesum aldursbólki læra tey eisini at skriva skrá, fundarfrágreiðing og møgulig mál at senda til umboðini.
Endamál við næmingaráðnum í 7., 8. og 9. flokki er at læra næmingarnir at virka í fólkaræðnum.
Gjøgnum ráðið fáa næmingarnir møguleika at hava ávirkan á egnan skúla og læru umstøður.
Endamál við næmingaráðnum í Nám X er at læra næmingarnir at virka í fólkaræðnum.
Gjøgnum ráðið fáa næmingarnir møguleika at hava ávirkan á egnan skúla og læru umstøður.
Grein 3
Valbari og valrætt til næmingaráð Eysturskúlans hava:
1. Til ráðið fyri innskúlingina – næmingar í 1., 2. og 3. flokki.
2. Til ráðið fyri miðdeildina – næmingar í 4., 5. og 6. flokki.
3. Til ráðið fyri framhaldsdeildina – næmingar í 7., 8. og 9. flokki.
4. Til ráðið fyri NámX – næmingar í NámX.
Grein 4
Hvørt næmingaráð hevur ein lim og ein varalim fyri hvønn flokk, í Nám X 1 lim fyri hvørja breyt 1.
Tá flokkur fer upp um 24 næmingar, fær flokkurin ein lim afturat.
Grein 5
Flokkarnir hava val til næmingaráðið árliga við skúlaársbyrjan, ella tá teirra umboð í næmingaráðnum ikki longur er næmingur í flokkinum.
Valdagurin skal verða fráboðaður í minsta lagi eina viku frammanundan.
Grein 6
Ein lærari verður settur at hava ábyrgd fyri hvørjum næmingaráði.
Ábyrgdarlærarin leiðbeinir og tryggjar góðan fundarsið og gott arbeiðslag
Grein 7
Næmingaráðsformaðurin og næstformaðurin kunnu í ávísum málum umboða næmingaráðið á námsfrøðiligum fundi og skúlastýrisfundi.
Grein 8
Næmingaráðið skipar seg sambært viðtøkum, sum verða ásettar á fyrsta fundi.