Bilbreytin
Endamál
Endamálið við undirvísingini er at geva næminginum góða fatan av lærugreinini.
Harafturat menna vit næmingin til útbúgving í fakinum.
Innihald
Á bildeildini hevur tú møguleika til at læra um bilar og um ymisku skipanirnar í bilunum.
Í undirvísingini er ástøði, sum vit arbeiða víðari við á verkstaðnum. Vit kanna mekanikkin í motorunum, hvussu motorarnir virka og hvørja ávirkan teir hava á umhvørvið.
Eisini verður undirvíst í bremsunum.
Nærum einki í bilinum virkar uttan el – komið verður víða um á økinum.
Frálæra er um løði-, startara- og lyktaskipanina er partur av ellæruni.
Harumframt verður undirvíst í róðurgreiðunum, fjaðring, umframt innlit í hvussu gearkassi og koblingar virka.
Undirvíst verður eisini um tøknina í el-bilum.
Næmingarnir byggja R/C-bilar (stødd 1:10), sum eru átøkir bilum í vanligari stødd við róðurgreiðum, upphangi, fjarðing, útveksling og lakering.
R/C-bilur
Starvsleið
- Bilmekanikari