Góðu foreldur
4. flokkur fer til Dals á seturskúla hósdagin 12. sept. Vit fara at sova eina nátt og koma heim aftur fríggjadagin.
Næmingarnir møta á farstøðini kl. 8:45, og bussurin fer kl. 9:05.
Vit verða aftur á skúlanum fríggjadagin umleið kl. 12.
At hava við:
Soviposa/dýnu, lak og pútu
Skiftiklæðir og skógvar (tey fara nokk at fáa onkran karm)
Tannbust og tannkrem
Handklæði
Bomm/kips fyri 50 kr
Borðspæl/kort/bólt/hoppiband...
Næmingarnir sleppa ikki at hava telefon við.
Túrurin kostar 200kr, havið pengarnar við í skúla týsdagin 10. sept.
Vinaliga
Elin (221518) og Rannvá
Innbjóðing frá Havnar kirkju
- Smákonfirmantar bræv til foreldur 4.fl.pdf (36.19 KB)
Foreldraviðtalur
- Foreldraviðtalur í 3. - vár 2024.docx (20.61 KB)
Kvæði 2024
- Olavur Riddararos.pdf (13.67 KB)
- Øskudólgur og sópingarkona.pdf (7.83 KB)
- NykursVisa.pdf (234.04 KB)
- Lad os le en liden Tid.docx (17.54 KB)
Foreldraviðtalur
- Foreldraviðtalur í 3. fl 2023.docx (14.29 KB)
Rennidagurin
- RENNIDAGURIN 2023 - bræv næmingar.pdf (275.01 KB)
spælibólkar
- Spælibólkar 3. flokkur 2023.docx (14.95 KB)
Barnakór
- Barnakór í Tórshavnar Musikkskúla.pdf (165.50 KB)
Foreldraviðtalur í 2. fl. - vár
Mánadagin 13. mars
kl. 13.30 Hannah
kl. 13.45 Mia
kl. 14.00 Brandur
kl. 14.15 Fípa
kl. 14.30 Dina
kl. 14.45 Adam Óðin
kl. 15.15 Elsa Maria
kl. 15.30 Sólrun
kl. 15.45 Eir
kl. 16.00 Annika
kl. 16.15 Bjarki
Mánadagin 20. mars
kl. 13.30 Jens
kl. 13.45 Ida. D
kl. 14.00 Maja Rebekka
kl. 14.15 Liva
kl. 14.30 Jákup
kl. 14.45 Emilia
kl. 15.15 Ró
kl. 15.30 Jónhild
kl. 15.45 Ida M
kl. 16.00 Liam
kl. 16.15 Elin
Spæli/vinarbólkar
- Vinabólkar 2. flokkur 2023.docx (15.52 KB)
Frídagur 9. nov
Góðu foreldur
Mikudagin 8.-10.november 2022 skipar Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum fyri lærarum og námsfrøðingum í føroyska fólkaskúlanum.
Starvsfólk Eysturskúlans luttaka 9.november.
Høvuðsevnið á ráðstevnuni er lesing, og er hetta eitt framhald av verkætlanini Føroyar lesa, sum fór av bakkastokki í august 2020.
Næmingar í Eysturskúlanum hava tískil frí 9.november.
Frítíðarskúlin er opin henda dagin frá kl. 8.00 um morgunin.
Foreldraviðtalur í 2. fl. - heyst
Mánadagin 31. okt
kl. 14.30 Jákup
kl. 14.45 Elsa Maria
kl. 15.00 Liam
kl. 15.15 Adam Óðin
kl. 15.45 Hannah
kl. 16.00 Mia
kl. 16.15 Maja Rebekka
kl. 16.30 Sólrun
Hósdagin 3. nov
kl. 14.00 Dina
kl. 14.15 Ida. D
kl. 14.30 Eir
kl. 14.45 Ida M.
kl. 15.00 Jónhild
kl. 15.30 Elin
kl. 15.45 Ró
kl. 16.00 Emilia
kl. 16.15 Brandur
kl. 16.30 Katla
kl. 17.00 Bjarki
kl. 17.15 Liva
kl. 17.30 Jens
kl. 17.45 Fípa
kl. 18.00 Annika
Tit kunnu væl býta um tíðir. Boðið bara okkum frá broytingum. Børnini eru ikki við til viðtalurnar.
Vinaliga
Elin (221518), Rebekka, Guðrun og Randi
Vinabólkar
- Vinabólkar 2. flokkur 2022.docx (14.69 KB)
Handaverk og list
Vit vóru niðri í fjøðruni og gjørdu mynstir.
Boðklivi 2. flokkur
Góðu foreldur og næmingar!
Vit fara nú at hava framløgur tríggjar dagar um vikuna - mána-, miku- og fríggjadag.
Framløgur er ein stórur og týdningarmikil partur av dagsins skúla, og hetta fara vit eisini at royna í 1.flokki.
Børnini fara at greiða flokkinum frá onkrum "tingi", ið hevur týdning fyri tey. Tað kann vera eitt leika, ein bók ella okkurt heilt annað. Men tað skal vera eitt ítøkiligt ting - ikki eitt upplivilsi.
Hjálpið teimumat finna okkurt, ið tey tíma/vilja/ynskja at greiða hinum í flokkinum frá. Talan er um einar fimm minuttir + spurningar frá næmingunum. Ikki nakað skrivligt - enn :)
Nær hvør einstakur leggur fram síggja tit á vikuætlanini.
Hava tit spurningar, kunnu tit venda tykkum til Randii ella Guðruna.
Vinaliga
Randi og Guðrun
Foreldraviðtalur
- Foreldraviðtalur í 1. - vár 2022 (7).docx (13.76 KB)
Hey tit øll í 1.flokki!
Vit eita Annika, Helena og Femja, og vit ganga fyrsta ári á læraraskúlanum.
Mánadagin 14. mars koma vit á Eysturskúlan í starvslæru í føroyskum. Vit gleða okkum so nógv at vera saman við tykkum í 3 vikur.
Vit síggjast :)
Vinarliga
Annika, Helena og Femja
SSP-fundur 9. nov. kl. 19
- SSP_Innbjodingar_Byrjunardeild.pdf (306.11 KB)
Foreldraviðtalur
- Foreldraviðtalur í 1. - heyst 2021.docx (13.07 KB)
Góðu foreldur
Í morgin, mánadagin er seinasti testdagur. Týdningamikið, at allir næmingarnir verða testaðir, so vit kunnu fáa tey aftur í skúla týsdagin. Tað gleða vit okkum til.
Bh Eyðna
Vinabólkar
- Vinabólkar .docx (13.67 KB)
Føroyskt
Nú børnini eru í sóttarhaldi, hava tey fingið Sóljuna, skrivihefti og eitt ark (terningurin er kastaður) heim at arbeiða í.
Tað er av stórum týdningi, at tey arbeiða eina løtu (20 min) hvønn dag í hesum tilfari. Hetta er fyri, at børnini kunnu halda tað við líka, sum tey hava lært, so vit ikki mugu byrja umaftur, tá tey koma í skúla aftur.
Sóljan
Her skulu tey tekna, seta pílar, skriva og práta um myndirnar. Har eru nógvar góðar myndir og kanska eisini nógv á myndunum, sum tey ikki hava sæð áður. Tey skulu tó ikki hava gjørt meiri enn til og við s.22.
Skrivihefti
Skrivið bókstavarnar (hetta eru teir, sum vit hava lært higartil). Tey hava fingið hvør sítt bókamerki við í skriviheftið. Har stendur, hvar bókstavarnir byrja og skrivirætningur. Latið tey hyggja í tað, um tey ivast. Minnið tey á blýantsgreb, og hvar bókstavarnir byrja!
Terningurin er kastaður
Ovast stendur, hvussu tey skulu gera. Tit mugu lesa tað fyri teimum.
Ivast tit í nøkrum, so eru tit vælkomin at skriva/ringja til okkum.
Blíðar heilsanir
Randi og Guðrun