
Bólkarnir í íverksetan.
Foreldraviðtalur
- Foreldraviðtalur í 7.b.pdf (8.69 KB)
Felags foreldrafundur
- Felags foreldrafundur í 7.b.pdf (52.21 KB)
Ítróttadagur og veitsla
- Ítróttadagur og veitsla.pdf (62.77 KB)

Góðu tit!
Vælkomin í 6.b! Vónandi hava tit havt eitt gott summar og eru full av orku til at herja á eitt nýtt skúlaár :)
Næmingatalið er økt úr 16 til 20. Vit hava fingið eina gentu (Jónleyg við Krógv) og tríggjar dreingir (Mattias McIntosh, Sámal Arek Strøm og Villiam Arnold Weihe) í flokkin, og vit taka sjálvsagt í móti teimum við opnum ørmum. Tað er okkara uppgáva, at øll skulu kenna seg væl í 6.b.
Vit hava nógvar spennandi ætlanir fyri flokkin og miðdeildina í ár, og tær fáa tit at vita um, tá ið vit hava felags foreldrafund tann 29. aug. kl. 19:00 í A-lonini í Eysturskúlanum.
Næmingarnir hava longu fingið nakrar bøkur heim við. Bindið bøkurnar inn og skrivið navn á.
Minnist til at keypa skriviheftir í: Enskum, donskum, søgu, náttúru/tøkni og føroyskum. Keypið eisini tvey rokniheftir.
Lærararnir eru teir somu, og listin er eisini á skemanum, sum næmingarnir fingu í gjár: Símun Joensen, Susan Krosstein, Johann Petersen, Jana Mikkelsen, Hanna Mikkelsen, Hanna Lassaberg og Hans Nielsen og Joan Højgaard.
Vit síggjast til felags foreldrafundin 29. aug. kl. 19:00.
Símun Joensen, flokslærari. Tlf. Nr. 217462.

Summarfrítíð
Summarfrítíðin verður frá 21. juni til 18. august. Tað er nokk so long tíð, so tískil vilja vit geva tykkum møguleikan at gera “heimaarbeiði” í frítíðini.
Her eru nakrar heimasíður, har møguleiki er at loysa uppgávur í:
Støddfrøði:
Johann metir, at tað er allarbest at spæla borðspæl so sum “Ticket to ride”, “Hertak Føroyar”, “Matador”, “Monopol” o.o. spøl, har ein er noyddur at brúka støddfrøði.
Næmingarnir hava eisini atgongd til emat.dk, har teir kunnu gera uppgávur.
Donskum: Danskt:
· Altíð eitt gott hugskot at hyggje eftir Ultranyt inni á dr.dk. · Venja mállæru inni á heimasíðuni: www.fjern-uv.dk
· Lesa danska bøkur
Enskum:
· Altíð eitt gott hugskot at hyggja eftir Newsround inni á www.bbc.com · Venja mállæru inni á heimasíðuni: www.gamestolearnenglish.com og www.sproglinks.dk
· Lesa enskan tekst
Føroyskum/søgu/kristni:
Gagnnýtið bókasøvnini. Havið eina ella fleiri bøkur, sum tit lesa í 20 min. hvønn dag.
Spælið “Orðálv” (og onnur spøl) saman við teimum vaksnu.
Tá ið tit fara at ferðast bæði heima í Føroyum og úti í heimi, so skulu tit skriva eitt sindur um túrin.
Spyrjið, spyrjið, spyrjið og leggið tykkum í geyma!!
Lærararnir í 5.b vilja ynskja tykkum eina góða summarfrítíð, og vit gleða okkum at taka ímóti 6.b tann 18. aug.

Setursskúli í Hesti

Evnisvika í miðdeildini
Góðu foreldur!
Í komandi viku fara vit at hava evnisviku, har evnið verður “flóttar, kríggj, Ukraina og hjálpararbeiði”.
Á skránni verður:
· vitjan av Ken, Mariu, sum er ættað úr Ukraina og pápa hennara, sum er flótti.
· Reyði Krossur kemur at kunna okkum um teirra arbeiði.
· Stuðulsrenning
· Fløskuinnsavning
· Sølutiltak/café
Næmingar gera:
· Pylsubreyð, smákøkur og bomm, sum vit ætla at selja hósdagin, tá ið vit bjóða øllum vælkomnum framvið.
· Venja sang, sum verður framførdur hósdagin kl. 12:10, har øll eru vælkomin at lurta.
Til tykkum foreldur/avvarðandi (ommur, abbar, trímenningar, mostrar, vinir o.o.)
Gleðiligt hevði verið, um tit kundu komið framvið og stuðlað tiltakinum hósdagin millum kl. 09:30 til 12:30. Møguligt er at keypa sær ein kaffimunn við onkrum leskiligum afturvið fyri ein bíligan penga. Ein bússa stendur á borðinum, har møguleiki er fyri stuðla við nøkrum eyka krónum. Minnist til reiðan pening.
Kórsangurin hjá næmingunum verður kl. 12:10.
Næmingarnir vilja fegnir hjálpa teimum neyðstøddu, og teir fara tískil at gera nógv burturúr.
Vinaliga,
Næmingarnir í miðdeildini

Fótbóltskapping í Vági
Fótbóltskapping verður í Vági hósdagin 21. apríl.
Smyril siglir suður kl. 08:45. Vit møta á Farstøðini í seinasta lagi kl. 08:30.
Vit eru aftur í Havn kl. 19:30.
5. fl. fer suður sum ein flokkur. Vit hava meldað fimm lið við til kappinginga – eitt dreingjalið, tvey gentulið og tvey blandað lið.
Tey, sum ikki ynskja at luttaka, koma kortini við. Tey koma at stuðla og hugna sær.
Annað:
· At svimja í Pálshøll.
· At keypa døgurða (vit vita enn ikki kostna og mat)
At hava við:
· Matpakka
· Drekkidunk
· Eyka sett av klæðum
· Fótbóltsútgerð (m.a. skinnarar, fótbóltsskógvar, málmanshandskar...)
· Svimjiklæðir
· Lummapengar (verið rímilig)
Umráðandi er at leggja sær í geyma, at hetta ikki einans er ein fótbóltstúrur. Trivnaður, samanhald, uppliving, stuttleiki og smíl kemur at eyðkenna dagin.
Hyggið annars inn á www.skulafotboltur.fo, um tit ynskja at lesa meira um tiltakið.
Við vón um ein avbera góðan dag,
Símun, Hanna og Niklas
Ráðleggingardagur
Yvirlit um heimaarbeiði fram til páskafrítíðina
- Fram til páskafrítíðina.docx (14.31 KB)
Hey tit!
Tá ið vit høvdu felags foreldrafund í september varð tosað um, at næmingarnir skuldu sleppa við foreldrum/avvarðandi til arbeiðis. T.v.s., at tey sleppa at hava ein starvsdag.
Korona hevur verið ein meinbogi hesum viðvíkjandi, men vit vænta og krossa fingrar fyri, at nú fer at lýsa fyri stavn.
Starvsdagurin hjá 5.b verður tann 8. mars.
Umráðandi er, at foreldur/avvarðandi skipa soleiðis fyri, at barnið sleppur við til arbeiðis henda dagin. Um tað als ikki liggur fyri, so mugu tit siga mær frá skjótast gjørligt, so vit kunnu finna eina loysn.
Vinaliga,
Símun

Bræv frá Sofie og Frederikke
- Kære forældre i XXXX.docx (13.20 KB)
Vildheks
- 20210922_084224.jpg (140.43 KB)
- 20210922_083846.jpg (113.15 KB)
Myndatøka í Eysturskúlanum
21.09.2021: Nú fara vit aftur at taka skúlamyndir av næmingunum í Eysturskúlanum!
Fríggjadagin 1.oktober koma fólk úr ”Fotostudio” at taka næminga- og floksmyndir av øllum flokkunum, frá 1.flokki til Nám X.
Tit kunnu velja millum tveir myndapakkar. Í pakka 1 er floksmynd og næmingamynd (kr 300,-) og í pakka 2 er floksmynd (kr. 100,-).
Allir næmingar fáa ein seðil við heim at fylla út. Har seta tit kross við tykkara ynski, fylla seðilin út, flyta peningin ella lata pengarnar inn saman við seðlinum til flokslæraran.
Vildheks
- 20210929_120116.jpg (128.88 KB)
- 20210929_120254.jpg (127.39 KB)

Staviorð!
Lesið væl uppá!

Lesiátak!
- Eysturskúlin lesur fyri Føroyar og Krabbameinsfelagið (1).docx (436.15 KB)
- lesidagbók tvær góðar sakir februar 2021.docx (439.10 KB)
- Góðu foreldur-lesiátak.docx (404.43 KB)
"Føroyar móti krabba"
Jólahugni :)
- Jólahugni í 4 B.docx (68.33 KB)
Jólapynt, vaflur og hugni































Íverksetan, vit gera eina matstovu



















Uppstillingarlisti til skúlastýrisvalið
- uppstillingarlisti.docx (12.05 KB)

Felags foreldrafundur mikukvøldið 9. septembur kl. 19-20
Komandi mikukvøld verður felags foreldrafundur hjá 4.b. Fundurin verður í flokshølinum. Á skránni er ymisk kunning og val av foreldraumboðum. Ynskiligt er, at eitt umboð møtir fyri hvønn næming, soleiðis at vit ikki verða alt ov nógv fólk stúgvað saman.
Flokstoymið í 4.b: Susan, Johann og Símun