Handverksbreytin
Endamál
Handverksbreytin er til ung fólk, ið hava hug og dirvi at royna ætlanir sínar í verki.
Tú ognar tær royndir, ið gera teg betur føran fyri at velja eina lívsleið. Tú fært medábyrgd og ert uppií at leggja til rættis allar verkætlanir.
Tú verður betur brynjað/ur at taka við teimum avbjóðingum, ið vinnan og samfelagið seta tær og fyrireikað/ur at fara út í vinnuna og samfelagið.
Innihald
Vit fara á virkir og aðrar útbúgvingarstovnar og arbeiða við nógvum áhugaverdum verkætlanum.
Handverksbreytin er til næmingar við áhuga í alskyns handverki, og sum hava hug at gera ætlanir sínar til veruleika.
Tær, sum:
- Dámar at arbeiða við hondunum
- Vilt royna at arbeiða við ymiskum tilfari t.d. træi, jarni og ymiskum prýðislutum
- Vilt arbeiða saman við øðrum um eina størri verkætlan
- Sum vilt verða væl brynjað/ur til tær avbjóðingar, sum vinnan hevur
Starvsleið
So hugsar tú um eina yrkisleið ella bara ert áhugað/ur í handverki, er henda breytin júst tann rætta til tín.