Góðu tit :)


 
Hesa síðstu vikuna fyri heystferiuna fara vit at hava eina øðrvísi viku í føroyskum.

Vit fara at hava um trivnað, samskifti og kreativitet. Vit hava ymiskar venjingar, sum eru læruríkar og mennandi, men eisini stuttligar :)

Vit ivast ikki í, at børnini fara at "elska" hetta.

Fríggjadagin er rennidagur. Tað plagar eisini at vera ein stak góður dagur. Vit renna við børnunum. Frítíðarskúlin heintar børnini kl. 11.30.

So er heystferia. Og gott í tykkum, lesið eitt sindur við børnunum í "ørðvísi"- vikuni og í heystferiuni.

Góða heystferiu og gott slakt ;)

 

vinaliga

Gulla, Barba og Miriam

 

 

 

Kunning um ferðsluna

Góðu foreldur - ein lítil áminning!

Skúlastýrisvalið er týsdagin 12.november, samstundis sum býráðsvalið. Skúlastýrisvalið fer fram í høllini á Hálsi, t.v.s. í sama høli sum kommunuvalið. Foreldur, ið hava foreldramynduleika hjá børnum, ið ganga í Eysturskúlanum, kunnu velja. 
Foreldur, sum ikki hava høllina á Hálsi, sum sítt valstað, kunnu brævatkvøða í Eysturskúlanum fram til mánadagin 11.november kl. 15.00. 
Foreldur, ið eiga børn, sum komandi skúlaár flyta í Eysturskúlan, hava eisini valrætt og kunnu brævatkvøða. 

Hesi valevni bjóða seg fram at umboða foreldrini í skúlastýrinum komandi 4 árini: 
Arnhild Schmidt
Birita B. Iversen
Ingibjørg Kristiansen
Rókur J. Jacobsen
Sigurð Ó. Vang
Tróndur H. Dalsgarð

Vinarliga

Eyðna Magnussen, skúlastjóri og forkvinna í valnevndini

Skrúðgonga

Vit fara at lesa