El- og elektronikkbreytin
Endamál
Tøknibreytin er til teirra, ið ynskja at ogna sær vitan og royndir innan el- og elektronikkfakið.
Á El-deildini fert tú at arbeiða innan el- og elektronikk, har tú lærir um mótstandar, diodur, transistorkáplar, avbrótarar, stikkkontaktir, og har tú eisini lærir at brúka ymisk mátitól.
Arbeitt verður við elektronikki á printstøði, har tú lærir at útleggja komponentar til print og gera printplátur. Eisini verða arbeitt við at gera automatiskar stýringar á teldu til elektroniska útgerð so sum PLC, Arduino v.m.
Næmingurin fær innlit í fakøkið “elektronikkur”. Tvs. el-læru, komponentlæru, printplátutekning, diagramm-fatan, lodding og hugskotsmenning.
Eisini nakað av feilfinning á printplátum.
Næmingurin skal hava egna farteldu og mús við. Stýrisskipan kann vera Windows, MacOS ella Linux. Chromebook kann ikki nýtast. Forritið “KiCAD” verður nýtt.
Undirvísingin er egnað bæði til gentur og dreingir. Elektronikk-menning er teknisk stuttlig, kreativ
og er positivt avbjóðandi fyri øll.
Innihald
- Tekna printplátu og bíleggja á netinum (3-5 ferðir um árið)
- Velja komponentar - eisini bíleggja á netinum
- Lodding
- Samla og lodda ymisk byggisett
- Forritan í Arduino at máta og stýra við
- Nakað av el- og elektronikksøgu
- Læru um grundleggjandi komponentar og um:
- mótstøðu, kondensatorar, spolar, diodur, transistorar, microprosessorar - Innleggingar
- Stýringar
Starvsleið
Ert tú áhuga/ur í el- og elektronikki og ætlar tær útbúgving innan økið, so er henda tøknibreytin nakað fyri teg.
Framtíðar starvsleið kann verða:
- Elektrikari
- Elektronikfagteknikari (lærupláss í FO, skúla í DK)
- Elektronikverkfrøði
- Forritari
- Hægri lestur innan alisfrøði, KT o.a.